Skip to main content

Tíðindi

Lesandi sóu Kongsbókina

|   Tíðindi

Herfyri vóru lesandi á Føroyamálsdeildini hjá Fróðskaparsetrinum á vitjan á Tjóðskjalasavninum.

Serliga áhugað vóru tey í Seyðabrævinum frá 1298, men eisini varð hugt nærri at ‘Hundabrævinum’ frá seinnu helvt av 1300-talinum og ‘Skipanini um Tingfaratoll’ frá umleið 1400.  Øll eru hesi savnað í sokallaðu Kongsbókini, sum løgmaður Pætur Jákupsson læt binda inn í 1599. 

Seyðabrævið, sum er elsta varðveitta føroyska skjalið, er ein rættarbót fyri Føroyar við ásetingum um landbúnað og búseting, og er eitt ískoyti til norsku landslógina frá 1274 (Gulatingslóg).

Jógvan í Lon, professari í málfrøði, greiddi m.a. frá, at sjálvt um Seyðabrævið er skrivað á klassiskum norrønum máli, so eru í brævinum heilt serlig (føroysk) orð, sum ikki finnast í øðrum norrønum ritum frá um somu tíð.
 

Back
Bíðað verður eftir at síggja Kongsbókina.
Spent at síggja Seyðabrævið, Hundabrævið og Skipanina um Tingfaratoll.
Seyðabrævið verður granskað nærri.
Hugt verður at fylgibrævi (inngangi) til Seyðabrævið.
Jógvan í Lon greiður nærri frá.