Skip to main content

Tíðindi

Tjóðskjalasavnið letur dyrnar upp

|   Tíðindi

Leygardagin 13. november verður árligi norðurlendski skjalasavnsdagurin

 

Leygardagin 13. november hevur Tjóðskjalasavnið opið hús. Á hvørjum ári verður skjalasavnsdagur hildin í øllum Norðurlondum annan leygardag í november. Felags norðurlendska evni á degnum í ár verður børn og barndómur í skjalasøvnum. Umframt at Tjóðskjalasavnið hevur opið hús, verður ein framsýning á savninum í V.U.Hammershaimbsgøtu 11kj og fyrilestur um børn og barndóm í Loftsstovani á Føroyamálsdeildini.

Endamálið við degnum er at varpa ljós á arbeiði hjá skjalasøvnum og týdningarmikla leiklutin, sum skjalasøvn hava fyri einstaklingin og samfelagið sum heild. Tjóðskjalasavnið hevur umleið 7 km av pappírsskjølum og høvi verður at vitja høvuðsgoymsluna í V.U.Hammershaimbsgøtu 11kj.

Back