Skráseting og fráboðan av granskingardátum

 

Tjóðskjalasavnið tekur ímóti dátum frá bæði privatum og almennum granskingarverkætlanum.

Granskarar skulu boða Tjóðskjalasavninum frá verkætlanini, tá ið liðugt er at savna upplýsingarnar inn.

FAIR-meginreglurnar og langtíðarvarðveiting

Ger eina dátuleiðsluætlan (datamanagementplan)

Tað er eitt gott hugskot, tíðliga í verkætlanartíðarskeiðnum, at hugsa um, hvussu tú skalt handfara tínar granskingardátur– helst longu í sambandi við umsókn um fígging.

Ein dátuleiðsluætlan kann hjálpa tær at halda skil á tínum dátum í allari gongdini, og fær teg at umhugsa týdningamiklar spurningar í sambandi við handfaringina.

Mælt verður til, at tú gert tín “dátumanagementplan”, longu áðrenn tú fert í gongd verkætlanina, og síðan at dagføra ætlanina javnan gjøgnum alt verkætlanartíðarskeiðið.

Mælt verður til, at tú gert tín “dátumanagementplan” við hjálp av okkara vegleiðing og oyðublaði

Datamanagementpolitikkur

Tjóðskjalasavnið mælir til, at granskingarstovnar seta upp meginreglur fyri varðveiting av dátutilfari, ið stovnurin savnar inn, orðaðar í einum “dátumanagementpolitikki”.

Ein “dátumanagementpolitikkur” skal hugsa um fleiri ymisk viðurskifti. Les tilmælini til ein “dátumanagementpolitikkur” her

Granskingardátur frá almennum verkætlanum

Tjóðskjalasavnið skal hava fráboðan um almennar granskingardátur, áðrenn avhending kann fara fram.

Endamálið við fráboðanini er, at Tjóðskjalasavnið kann meta um, hvørt dátur og skjalfesting av dátunum skulu avhendast sum ein skjalasavnsútgáva ella ei.

Granskingardátur frá privatum verkætlanum

Fráboðan um privatar granskingardátur kann eisini  sendast Tjóðskjalasavninum, um ynski er um, at hesar verða varðveittar á Tjóðskjalasavninum.

Tjóðskjalasavnið ger síðani eina meting um, hvørt dáturnar kunnu avhendast sum ein skjalasavnsútgáva ella ei.

Fyrimunirnir av at avhenda dátur frá gransking eru, at:

  • - Dáturnar verða tryggjaðar móti tøkniligari elli
  • - Freistirnar um striking av persónsupplýsingum, sbrt. persónsupplýsingarlógini, verða hildnar
  • - Trygd fæst fyri, at dátur kunnu brúkast aftur í framhaldandi viðgerð ella í nýggjari gransking
  • Samband:
  • Um ivamál ella spurningar eru, ber til at seta seg í samband við Tjóðskjalasavnið fyri at leita sær hjálp og vegleiðing: