Neyðugt við altjóða samstarvi innan eArkivering

Tjóðskjalasavnið er fegið um at hava eitt sera tætt samstarv við Ríkisskjalasavnið og síggja vit fleiri fyrimunir í hesum.

Tað at varðveita talgildar dátur kann verða ein kostnaðarmikil, torskild og vitanartung uppgáva.

Endamálið við eArkivering er at veita:

  • - Ásetingar
  • - Forrit
  • - Venjing
  • - Vitan

til at hjálpa dátuframleiðara, menningarfólkum av forritum og talgildum skjalasøvnum til at klára avbjóðingarnar við stutt-, millum- og langtíðarvarðveiting av talgildum dátum.

Við at styrkja eina felags tilgongd til talgilda varðveiting í Europa, kunnu teir einstøku luttakararnir fáa fyrimunir við at nýta felags háttalag og amboð fram um at skula uppfinna, reka og víðarimenna hvør sína skipan.

eArchiving tekur støði í úrslitunum frá EARK verkætlanini (2014-2017), har Ríkisskjalasavnið tók lut.

Ríkisskjalasavnið er nú samskipari fyri tí eitt ára verkætlanini E-ARK4ALL, sum er veitari av innihaldi til eArchiving Building Block.

Tú kanst lesa meira um eArchiving her, og tú kanst lesa meira um altjóða samstarvið hjá Ríkisskjalasavninum her.

eArchiving er nú alment ein “Building Block” í “Connecting Europe Facility” hjá EU-kommissiónini.

  • Varðveiting av GEO-dátum fyri eftirtíðina:
  • her.
     
  • Tíðindabræv um kt-skipanir:
  • Tak niður her.
  • Yvirlit yvir veitarar:
  • Eitt yvirlit yvir danskar veitarar, ið hava framleitt eina skjalasavnsútgavu eftir okkara reglum: her.
  • Viðgerð av skjølum í samband við framleiðslu at skjalasavnsútgávum:
  • Ein lítil kunning til veitarar um viðgerð av skjølum í sambandi við framleiðslu at skjalasavnsútgávum: her.
  • Frágreiðing frá Ríkisskjalasavninum um talgilda varðveiting fyri 2016: her.
  • Mannagongd fyri effektivisering av mannagongdum í samband við framleiðslu av skjalasavnsútgávum av kt-skipanum til Tjóðskjalasavnið: her.

Hesir lands-, ríkis- og kommunalu myndugleikar skulu avhenda talgildar kt-skipanir til Tjóðskjalasavnið í dag:

  • Landsmyndugleikar:
  • Løgmansskrivstovan
  • Fiskimálaráðið
  • Fíggjarmálaráðið
  • Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Samferðslumálaráðið
  • Almannamálaráðið
  • Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Mentamálaráðið
  • Statsinstitutioner (sambært avtalu frá 30. marts 1990):
  • Rigsombuddet på Færøerne
  • Arktisk Kommando (Rigsarkivets ansvar)
  • Søfartsstyrelsen
  • Færøernes Ret − Administrerende sorenskriver
  • Landfogeden på Færøerne (Politimesteren)
  • Landslægen
  • Kriminalforsorgen
  • Nevndir:
  • Fjølmiðlanevndin, Løgmansskrivstovan
  • Grannskoðaranevndin, Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Heilsunevndin fyri sjófólk, Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Kærunevnd f. Trygdargrunnurin fyri avreiðingar lønir, Fíggjarmálaráðið
  • Kærunevndin fyri ALS, Samferðslumálaráðið
  • Kærunevndin fyri Barsilsskipan, Samferðslumálaráðið
  • Kærunevndin hjá Studna, Mentamálaráðið
  • Kærunevndin í almanna- og heilsumálum, Almannamálaráðið
  • Kærunevndin í lendismálum, Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Landbúnaðarstevna Eysturoyar Sýsla, Fiskimálaráðið
  • Landbúnaðarstevna Norðoya Sýsla, Fiskimálaráðið
  • Landbúnaðarstevna Sandoyar Sýsla, Fiskimálaráðið
  • Landbúnaðarstevna Stremoyar Sýsla, Fiskimálaráðið
  • Landbúnaðarstevna Suðuroya Sýsla, Fiskimálaráðið
  • Landbúnaðarstevna Vága Sýsla, Fiskimálaráðið
  • Leigunevndin Almannamálaráðið Psyk. Sjúklingakærunevnd, Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Siglingarráðið, Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Sjóvinnuráðið, Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Skatta- og avgjaldskærunevndin, Fíggjarmálaráðið
  • Vinnukærunevndin, Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Yvirfriðingarnevndin, Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Yvirlandbúnaðarstevna Eysturoyar Sýsla, Fiskimálaráðið
  • Yvirlandbúnaðarstevna Norðoya Sýsla, Fiskimálaráðið
  • Yvirlandbúnaðarstevna Sandoyar Sýsla, Fiskimálaráðið
  • Yvirlandbúnaðarstevna Streymoyar Sýsla, Fiskimálaráðið
  • Yvirlandbúnaðarstevna Suðuroyar Sýsla, Fiskimálaráðið
  • Yvirlandbúnaðarstevna Vága Sýsla, Fiskimálaráðið
  • Yvirútskiftingarnevndin, Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Kommunalir myndugleikar:
  • 30 kommunur

  • Les meira og tak standardoyðubløð niður og øll 4 dømini upp á skjalasavnsútgávur fyri kommunalar myndugleikar: her.
     
  • Dagføring av ADA:
  • - Ein nýggj dagføring av ADA er klár til at royna/testa skjalasavnsútgávur, áðrenn tær verða avhendar Tjóðskjalasavninum og Ríkisskjalasavninum.
  • - Tann nýggja útgávan kann millum annað testa GML-dátur. Les meira um tað nýggju útgávuna her.

Tak ADA niður her.
 

  • Avhending av geodátum:
  • Ríkisskjalasavnið er komið við einum nýggjum formati til avhending av geodátum.
  • Nýggju leiðreglurnar kunnu síggjast: her.