Landsskjalasavnið

 

Landsskjalasavnið hevur til endamáls at tryggja varðveitingina av savnindum og skjølum, ið hava søguligt virði ella hava fyrisitingarligan og rættarligan týdning fyri borgarar og myndugleikar. Landsskjalasavnið skal syrgja fyri, at varðveittu savnindini altíð eru tøk hjá myndugleikum og almenningi. Landsskjalasavnið ansar eisini eftir, at umsitingarligar skrásetingarskipanir og skjalagoymslur hjá almennum myndugleikum eru tryggar og lúka tær treytir, sum eru settar í lógum og fyriskipanum. 

 

 

 

Lesistovan bert opin mánadagar

Lesistovan hevur bert opið mánadagar kl. 13-16 til og við 30. mars 2018.

Frá 2. apríl verður opið sum vant.