​​​​​​​Avhending

 

Tá skjøl verða avhendað, fer tað fram eftir nærri ásettum reglum.

Tjóðskjalasavnið setur krøv til, hvussu almenn skjøl verða varðveitt, meðan tey enn eru á stovnunum. Sí .

Tjóðskjalasavnið hevur eftirlit við, at skjølini eru trygt varðveitt, áðrenn tey verða avhendaði.

Einki má beinast burtur uttan við loyvi frá Tjóðskjalasavninum. Sí .

Avhendandi myndugleikin hevur altíð ábyrgdina av, at allar praktiskar uppgávur í sambandi við avhendingina verða framdar sambært kravseting frá Tjóðskjalasavninum.

Um fyrireikandi arbeiðið ikki er gjørt í samsvari við kravfestingarnar hjá Tjóðskjalasavninum, kann Tjóðskjalasavnið áleggja avhendandi myndugleikanum at fáa hetta gjørt, ella lata arbeiðið verða gjørt fyri myndugleikans rokning.

Neyvari vegleiðingar finnast í høgra bredda

Um ivamál eru, ella ein hevur spurningar, ið ikki eru umrøddir í omanfyri nevndu vegleiðingum, ber til at seta seg í samband við Tjóðskjalasavnið fyri at leita sær hjálp og vegleiðing:

  • Tjóðskjalasavnið
  • Tel: 340 540
  • [email protected]
  • Mánadag til fríggjadag, kl. 10.00 - 15.00.