Eftirlit

 

Eftirlit við almennum stovnum

Tjóðskjalasavnið hevur eftirlit við skjalasøvnum hjá øllum almennum myndugleikum í Føroyum og ásetur reglur um skipan teirra. Myndugleikarnir hava tó sjálvir ábyrgdina fyri, at skjalasøvn teirra verða bygd upp og forsvarliga varðveitt, og tað áliggur øllum almennum stovnum at hava neyðturviligt fyrilit fyri savnindum sínum. Í hesum sambandi hevur Tjóðskjalasavnið sum fastan tátt í arbeiði sínum at vitja stovnar og aðrar myndugleikar við jøvnum millumbilum.

Í sambandi við eftirlit verða umrødd journalir, journalskipanir og onnur stýrings- og skrásetingaramboð. Mál verða kannað, bæði fyri innihaldslig ella fysisk brek, og goymsluumstøður og –skipanir verða eftirhugdar. Samstundis verða møguligar avhendingarmannagongdir avtalaðar og vrakingarskipanir umrøddar.

Áðrenn vitjanina verða spurnabløð send myndugleikunum at fylla út, soleiðis at púra greitt er, hvat Tjóðskjalasavnið leggur dent á at umrøða. Spurnabløðini snúgva seg um ymisk viðurskifti, ið hava samband við journal, savnindi og goymslur, umframt stutta frágreiðing um lógargrundarlag og søgu hjá myndugleika.

Spurnaðarblað til kommunur (tak niður)

Spurnaðarblað til stovnar (tak niður)