Atgeingi til skjøl

Eitt av høvuðsendamálunum hjá Tjóðskjalasavninum er at tryggja, at savnindini eru tøk fyri almenningin.

Sambært lóg um Føroya Landsskjalasavn eru savnseindir hjá almennum myndugleikum, sum eru latnar Tjóðskjalasavninum, atgongdar, tá eindirnar eru 30 ára gamlar.

Stovnurin, ið avhendir, kann saman við Tjóðskjalasavninum áseta eina longri freist um serlig viðurskifti krevja tað. Privat fólk, sum lata Tjóðskjalasavninum skjøl, kunnu sjálvi áseta reglur í samráð við savnið. Fyri savnseindir, sum innihalda t.d. privatar upplýsingar hjá einstaklingum er atgeingisfreistin vanliga 80 ár. Søkjast kann um at síggja mál á lesistovuni hjá Tjóðskjalasavninum, sum innihalda persónsupplýsingar, antin til granskingarendamál ella fyri at fáa upplýsingar um egin viðurskifti.

Søkjast skal á serligt umsóknarblað, sum fæst frá stovninum og eisini liggur her á heimasíðuni. Tá ið støða verður tikin til um umsøkjarar kunnu fáa loyvi til at síggja tílík skjøl, verður hugt eftir endamálinum við umsóknini. Somuleiðis verða treytir settar til eitt møguligt loyvi. Treytirnar eru t.d. at upplýsingar, sum eru í skjølunum, ikki mugu berast víðari og at skjølini ikki mugu almannakunngerast á ein slíkan hátt, at persónlig viðurskifti kunnu kennast aftur. Hesi viðurskifti eru skipaði í Ll. nr. 49 frá 28. apríl 1992 um Føroya Landsskjalasavn §§ 11-16.

Vegleiðing um skjalaatgeingi

Umsóknarblað - ikki alment atgongd savnindi

Lógarásetingar í sambandi við atgeingismál

 

SAMBAND: Tjóðskjalasavnið

Telefon 340 540