Avhending av kt-skipanum

Stutt og greitt um avhending av kt-skipanum

 

Hvat skal avhendast til Tjóðskjalasavnið?

Allir stovnar skulu boða Tjóðskjalasavninum frá, áðrenn tey taka nýggjar kt-skipanir í nýtslu. Tjóðskjalasavnið metir um – út frá fráboðanini, um eitt avrit skal avhendast Tjóðskjalasavninum, og hvussu og nær avhendast skal fyrstu ferð. Hetta verður avgjørt í eini áseting um varðveiting. Tá ið avhendingin skal fara fram, seta vit okkum í samband við tykkum.

Sjónband um avhending av skjalasavnsútgávum. Trýst her

Hvat er uppgávan hjá myndugleikanum?

Uppgávan hjá myndugleikanum er, at:

1. Góðskutryggja skipanina áðrenn avhendan. Til dømis við at syrgja fyri, at skipanin ikki manglar dátur, og at møgulig ella viðkomandi skjøl eru knýtt at málum. Góðskutryggingin kann vera tíðarkrevjandi. Tað er av týdningi, at tit seta tað neyðuga tilfeingið/peningin av til uppgávuna.

2. Syrgja fyri, at fyrisitingarliga skjalfestingin av skipanini er dagførd, og at tað finst ein teknisk skjalfesting av uppbyggingini av skipanini v.m.

3. Framleiða skjalasavnsútgávu av teimum kt-skipanum, sum Tjóðskjalasavnið hevur avgjørt at goyma. 

Hvat er ein skjalasavnsútgáva?

Ein kt-skjalasavnsútgáva er eitt avrit av dátum frá eini kt-skipan hjá einum stovni við upplýsingum um skipanina og fílur, sum lýsa hvussu dátur hanga saman.

Skjalasavnsútgávan skal gerast í ávísum formatum, fyri at hon kann goymast fyri eftirtíðina ella til framtíðarnýtslu. Tjóðskjalasavnið ásetur formatsnið í eini kunngerð ella rundskrivi. Myndilin vísir partarnar í einari skjalasavnsútgávu.

Hvør framleiðir skjalasavnsútgávuna?

Tit kunnu fáa ein veitara uttanífrá til at gera ella avgreiða tann tekniska partin av uppgávuni, ella tykkara egnu kt-deild. Kt-veitarin ella deildin skal avhenda eina tekniska dokumentatión av kt-skipanini, draga út dátur úr kt-skipanini, syrgja fyri at formbroyta til røttu formatini og samla dátur og dokumentatión til eina skjalasavnsútgávu.

Hvør skal gjalda?

Stovnurin ella myndugleikin skal sjálvur gjalda fyri útreiðslurnar, ið eru knýttar at avhendingini av kt-skipanini. Tjóðskjalasavnið arbeiðir upp á at gera avhendingina so lætta og smidliga sum gjørligt og at fáa kostnaðin niður. Tit kunnu stuðla við hesum arbeiði við at senda okkum upplýsingar um kostnað og tíðarnýtslu í sambandi við avhending av kt-skipanini til Tjóðskjalasavnið. Hetta verða tit biðin um, tá ið vit senda tykkum endaliga góðkenning av skjalasavnsútgávuni.

Aftaná eina avhending

Skjalasavnslógin ásetur reglur um, at dátur frá kt-skipanum eru almennt atkomuligar eftir 30 árum eftir seinastu skráseting í skipanini. Inniheldur skjalasavnsútgávan persónsupplýsingar, er hon almenn atkomulig eftir 80 ár. Á heimasíðuni hjá Tjóðskjalasavninum kanst tú lesa meira um, nær og undir hvørjum treytum ein kann fáa atgongd til tær dátur, sum tit hava latið inn. Her finnur tú eisini eitt yvirlit yvir, hvørjir stovnar skulu lata teirra kt-skipanir inn komandi árini.

Hvussu er avhendingarmannagongdin?

1.Tjóðskjalasavnið sendir hvørt ár eitt rundskriv um tær skipanir, sum skulu lata inn dátur til Tjóðskjalasavnið. Hettar gevur møguleika fyri at taka hædd fyri kostnaðinum.

2. Vit byrja eitt avhendingarmál við at skriva til tykkara.

3. Vit hava fund við tykkum og røða um dátuinnihald og dokumentatión av skjalasavnsútgávuni. À fundinum avtala partarnir eina tíðarætlan.

4. Vit flýggja út eina avhendanaráseting, ið ásetur innihaldið í skjalasavnsútgávuni og avhendanardagfesting.

5. Tit senda okkum dokumentatión til góðkenningar.

6. Tit taka dátur úr skipanini og framleiða eina skjalasavnsútgávu, møguliga við hjálp frá kt-veitara.

7. Tit ella tykkara kt-veitari testa eina skjalasavnsútgávu við testforritinum ADA.

8. Tit lata skjalasavnsútgávuna inn til Tjóðskjalasavnið – antin persónliga ella við at senda hana sum innskrivað sending.

9. Vit kvitta fyri avhendingina.

10. Vit testa skjalasavnsútgávuna og góðkenna hana, tá allar ásetingar er hildnar.

Hví skulu vit goyma í skjalasavni?

Tað er neyðugt at skjalprógva arbeiðið hjá fyrisitingini, soleiðis at komandi ættarlið kunnu skriva og skilja teirra søgu. Tjóðskjalasavnið tryggjar ta talgildu og fysisku atkomuna til skjalprógvingina av Føroya søgu. Rættargrundarlagið fyri savnindini er skjalasavnslógin og kunngerðir og rundskriv, sum finnast á heimasíðuni hjá Tjóðskjalasavninum og í lógarsavninum.

  

Mannagongd í samband við bílegging av skjalasavnsútgávuID

Filmsbrot av framløgu hjá Róa Eliasen, kt-skjalavørði, um "Avhending av kt-skipanum"

To top