Ættarbandsskráin

Tjóðskjalasavnið og Ílegusavnið samstarva í hesi verkætlan.

Høvuðsendamálið við verkætlanini er at stovna og halda viðlíka eitt talgildugt ættartræ fyri allar Føroyar, við upplýsingum um seinastu 200 árini, ið kunnu verða grundarlag fyri ílegugransking.

Arbeiðið byrjaði í 2007 og er fíggjað sum partur av Ílegusavninum. Tilfarið í ættarbandsskránni er grundað á upplýsingar úr føroysku kirkjubókunum.

Um tú hevur viðmerkingar ella broytingar til tað føroyska ættartræðið vinarligast send ein e-post til Anniku Skaalum ella ring á tlf. +298 340536