Søgan

Tjóðskjalasavnið (áður Føroya Landsskjalasavn) varð sett á stovn í 1932 (tá sum Færø Amts Arkiv) og er ein gamal stovnur sammett við aðrar føroyskar stovnar. Niðanfyri verður í stuttum greitt frá søgu Tjóðskjalasavnsins.


Leigubúðin

Tjóðskjalasavnið hevur røtur aftur til 1859, tá tað varð avgjørt, at Leigubúðin í Tinganesi skuldi brúkast til ”Opbevaringssted for Landets offentlige Arkiver”. 

Færø Amts Arkiv

Veruligt landsskjalasavn varð tó ikki sett á stovn í Føroyum fyrr enn í 1932 undir navnium Færø Amts Arkiv. Tá flutti Amtsskjalasavnið, saman við Amtsbókasavninum og Forngripagoymsluni, inn í nýbygdu bókasavnshúsini á Debesartrøð í Tórshavn.


Føroya Landsskjalasavn

Í 1952 varð stovnurin yvirtikin sum føroyskur stovnur og skifti navn til Føroya Landsskjalasavn.
Skjalasavnið hevði høvuðssæti í bókasavnshúsunum til 1974, tá flutt varð inn í V.U. Hammershaimbsgøtu 11 kj., har eisini Heilsufrøðiliga Starvsstovan heldur til.
Í 1990 var formlig avtala gjørd um skjøl hjá ríkisstovnum í Føroyum. Avtalan millum landsstýrið og danska forsætismálaráðið fevndi um, at skjøl hjá ríkisstovnum í Føroyum (við undantaki av hernaðarskjølum) skuldu avhendast Landsskjalasavinum, og at landsskjalavørðurin hevði eftirlit við teimum. Tó skuldu somu reglur vera galdandi fyri tey sum fyri tilsvarandi skjøl í Danmark. Ein treyt við avtaluni var, at Føroyar fingu tilsvarandi skjalasavnslóggávu sum í Danmark. Henda lóg kom í 1992, tá løgtingslóg nr. 49 frá 28. apríl 1992 um Føroya Landsskjalasavn varð sett í gildi.  


Søvn Landsins

Frá 1. januar 2011 var Tjóðskjalasavnið (Landsskjalasavnið) partur av stovninum Søvnum Landsins. Søvn Landsins var ein yvirskipað fyrisiting av søvnunum undir Mentamálaráðnum. Søvnini itu tá Føroya Landsbókasavn, Føroya Landsskjalasavn, Føroya Fornminnissavn, Føroya Náttúrugripasavn og Havlívfrøðiliga Royndarstøðin. Í februar 2017 varð avgjørt at býta stovnin sundur aftur í tríggjar ymiskar stovnar. Tjóðskjalasavnið, Landsbókasavnið og Tjóðsavn Føroya. Tjóðsavnið varð sett á sett á stovn við tí endamáli at fevna um tað museala og antikvariska virksemið hjá Fornminnissavninum og Náttúrugripasavninum.


Tjóðskjalasavnið

Í 2018 skifti Føroya Landsskjalasavn navn til Tjóðskjalasavnið. 
Í 2018 var løgtingslóg nr. 49 frá 28. apríl 1992 um Føroya Landsskjalasavn broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 30. apríl 2018. Broytingin hevði við sær at lógin eisini kom at fevna um talgild savnindi.

Í dag eru høvuðsgoymsla og lesistova framvegis í V.U. Hammershaimbsgøta 11 kj., meðan skrivstovur, skrásetingarhøli v.m. eru í sonevnda "Postmeistarahúsinum" í V.U. Hammershaimbsgøtu 18. Aftrat hesum hevur savnið stóra útgoymslu í leigaðum hølum í Tórshavn. 

Millum almennu søvnini á Tjóðskjalasavninum finnast løgtingið, sorinskrivaraembætið, landfútaembætið, sýslurnar, kommunurnar, amtið, ríkisumboðið, fólkakirkjan, landslæknin, skúlamyndugleikarnir og landsstýrið. Landsskjalasavnið goymir eisini hópin av privatum søvnum. Í varðveitslu eru handilssøvn, søvn hjá ítróttafeløgum, peningastovnum, tryggingarfyritøkum, fakfeløgum, politiskum felagsskapum, einstaklingum o.ø.

Á goymslu hevur Tjóðskjalasavnið eisini hópin av kortum og tekningum, ið verða varðveitt í sjálvstøðugum savni. Elsta varðveitta savnindi á Tjóðskjalasavninum er Kongsbókin frá 1298, men fyrsta veruliga skipaða savnið, ið er varðveitt, er tað hjá Sorinskrivaranum, ið byrjar við fyrstu tingbókini frá 1615. Við henni byrjar óbrotna røðin av skjølum, ið røkkur fram til okkara dagar. Skjølini og savnindini fylla meira enn 4 kilometrar í goymslunum hjá Tjóðskjalasavninum.

 
Meira kann lesast um søgu Tjóðskjalasavnsins í greinini "Stríðið um skjølini" eftir Lenu Nolsøe, savnsvørð á Tjóðskjalasavninum. Greinin stendur í greinasavninum "Brot úr Føroya søgu" frá 2010.