Kt-avhending frá privatum

Avhending av kt-savnindum frá privatum virkjum, feløgum og persónum.


Tað er uppgávan hjá Tjóðskjalasavninum at taka ímóti og varðveita savnindi frá persónum, virkjum, felagsskapum, stovnum og organisatiónum.

Tjóðskjalasavnið savnar, tekur ímóti og tryggjar eisini privat kt-savnindi, sum vera hildin at hava stóran granskingarligan ella mentanarligan týdning. Slík privat savnindi, sum ikki eru avhend Tjóðskjalasavninum, eigur savnið at skráseta. Skrásetingin hevur við sær, at eigarin fær skyldu at boða Tjóðskjalasavninum frá, um eigaraviðurskiftini verða broytt, ella savnindini verða flutt. Um skrásett savnindi verða flutt av landinum, hevur eigarin skyldu at geva Tjóðskjalasavninum høvi at taka avrit av kt-savnindunum, áðrenn tey verða útflutt.

Avhending av privatum savnindum er sjálvboðin. Avhending til Tjóðskjalasavnið fer fram sambært avtalu. Í avtaluni verða m.a. ásetingar um, hvat skal avhendast, hvørjar treytir skulu galda fyri atgongd o.s.fr. Áhugaverd savnindi kunnu til dømis vera veiðutøl frá ymiskum reiðaríum og nevndarfundarfrágreiðingar hjá ymiskum felagsskapum o.s.fr.

Umsókn til Tjóðskjalasavnið viðvíkjandi avhending av ella spurningar um handfaring av privatum savnindum

Um so er, at tú hevur talgilt søguligt tilfar, sum tú heldur er vert at varðveita, ella tú hevur aðrar spurningar viðvíkjandi kt-skjalasavnsgoymslu, kanst tú skriva til Tjóðskjalasavnið á fylgjandi teldupostadressu: samaltrondurj@skjalasavn.fo ella ringja á tlf. 340 530.

Ein tíð kann ganga, frá tí at vit taka ímóti fyrispurningi tínum til vit svara ella á annan hátt fylgja upp við fleiri spurningum. Vit stremba tó eftir at viðgera fyrispurningin so nágreiniliga sum gjørligt, áðrenn vit venda aftur til tín. Fyri at vit kunnu gera tað, skalt tú skriva so stutt sum gjørligt um niðanfyristandi:

• Hví vendir tú tær til Tjóðskjalasavnið? Skriva til dømis um tú metir, at tú hevur søguligt tilfar, sum tú ætlar at avhenda til Tjóðskjalasavnið, og at tú ynskir at fáa ráð og vegleiðing um tínar talgildu dátur, ella hvussu hesi kunnu goymast fyri eftirtíðina, eisini soleiðis at almenningurin kann síggja tey yvir ein kaga á alnetinum í framtíðini. Eisini um 100 ár.

• Hvat snýr tilfarið seg um? Er hettar tilfar, sum tú sjálv/ur hevur samlað saman? Vendir tú tær til okkum vegna eitt virki, eina organisatión, felagsskap, skúla ella annað?

• Hvar er tilfarið gjørt? Lá virkið í Fuglafirði ella í Runavík? Eru hettar fundarfrágreiðingar frá nevndarlimi í einum landsfelagsskapi ella einum bygdafelagi?

• Hvat tíðarskeið snýr tilfarið seg um?

• Ger eina stutta lýsing av tilfarinum? Eru hettar talgildar dagbøkur, myndir, journalmál, samskifti ella annað?

• Er tilfarið ein samanseting av talgildum dátum og pappíri? Eru tað filmir, fotomyndir ella ljóðupptøkur. Eru partar av tilfarinum tekstfílur og dátugrunnar. Finst tilfarið í einum gomlum harðdiski, fløgu ella á disklum?

Kt-avhending frá privatum. Tak niður. (PDF)