Atgongd til talgild savnindi

SOFÍA.

Atgongd til talgildar skipanir.

Hvussu kann ein fáa atgongd til kt-skipanir herundir talgild skjøl, ið eru latin Tjóðskjalasavninum.

Tjóðskjalasavnið hevur eitt samstarv við Ríkisskjalasavnið um skipan, ið gevur atgongd til gamlar kt-skipanir, ið eru lætnar Tjóðskjalasavninum.

Talgild gjørd savnindi, tað vil siga skjalasavnsútgávur av dátum og skjølum frá kt-skipanum hjá myndugleikum, kunnu ikki lænast heim.

Videoframløga um atgongd til talgild savnindi, Steen Andersen, skjalavørður og seniorgranskari, trýst her

 

Hvussu kunnu myndugleikar brúka talgild gjørd savnindi?

1. Leiting í forritinum Sofía á lesistovuni hjá Tjóðskjalasavninum.

Myndugleikin kann leita í forritinum Sofía á lesistovuni hjá Tjóðskjalasavninum. Lesistova Tjóðskjalasavnsins er á V.U. Hammerhaimbs gøtu 11, í kjallaranum. Í sama bygningi sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Sama inngongd, men oman trappurnar. Sí “soleiðis brúkar tú savnindi, ið eru talgild av uppruna” á síðuni hjá Ríkisskjalasavninum, trýst á her

2. Keyp av avriti

Móti gjaldi kann myndugleikin fáa gjørt avrit av talgildum savnindum hjá Tjóðskjalasavninum/Ríkisskjalasavninum. Avrit av savnindum, trýst her

3. Keyp av kanning av savnindum

Móti gjaldi kann myndugleikin fáa gjørt eina skjalasavnskanning í teimum talgildu savnindunum hjá Tjóðskjalasavninum. Skjalasavnskanning (Tjóðskjalasavnið kann hjálpa til við hesum í samstarvi við Ríkisskjalasavnið). Trýst her

 

Hvussu verða talgild savnindi bíløgd?

Talgild gjørd savnindi, ið eru avhendað Tjóðskjalasavninum, finnast í skjalasavnsgrunninum Daisy, (Tjóðskjalasavnið hevur eina samstarvsavtalu við henda dátugrunnin hjá Ríkisskjalasavninum) men hesi kunnu bíleggjast á einum serligum oyðublaði. Bíleggingaroyðublað til talgild savnindi, trýst her

Krevst loyvi til at nýta talgild gjørd savnindi?

Talgild savnindi eru umfatað av atkomureglunum (trýst her) í ávikavist LØGTINGSLÓG NR. 49 FRÁ 28. APRÍL 1992 UM FØROYA LANDSSKJALASAVN, KUNNGERÐ NR. 117 FRÁ 5. JULI 1995 UM ALMENN SAVNINDI OG VIRKSEMIÐ HJÁ FØROYA LANDSSKJALASAVNI og í Lógarásetingum fyri ríkisskjøl: Lovbekendtgørelse nr. 1035 af 21. aug 2007 Arkivlov Benyttelse af offentlige arkivalier.

Almennir myndugleikar fáa - uttan víðari - atgongd til talgild savnindi, tey sjálvi hava avhendað, um so er, at hesi ikki innihalda upplýsingar um persónlig viðurskifti hjá einstøkum persónum. Í teimum førum har savnindi innihalda upplýsingar um persónlig viðurskifti hjá einstøkum persónum, skal myndugleikin søkja um atgongd til savnindini, sambært § 34, har Dátueftirlitið skal geva samtykki um atgongd til upplýsingar. Omanfyristandandi oyðublað til bílegging av talgildum savnindum skal altíð nýtast. Tjóðsskjalasavnið metir, um Dátueftirlitið skal hoyrast, áðrenn givið verður atgongd, og myndugleikin verður síðani kunnaður um hettar.

Tak omanfyristandandi niður her (pdf)

Brúkaravegleiðing til nýtslu av kagaforritinum SOFÍU. (tak niður her)