Reglur og vegleiðingar

Í sambandi við avhending av kt-skipanum og dátum frá kt-skipanum, har avgerð er tikin um, at tey eru verd at varðveita, skulu avhendandi stovnarnir avhenda eitt avrit (skjalasavnsútgávu) til Tjóðskjalasavnið. Hetta skal gerast, áðrenn tey verða strikað, ella tá dátur ikki verða brúktar longur í fyrisitingarligum høpi.

Landsfyrisiting og kommunur - sum arbeiða við upplýsingum, ið eru umfataðar av persónsupplýsingarlógini, og sum skulu varðveitast, skulu avhenda savnindini til Tjóðskjalasavnið. Um so er, at ein kommuna velur sjálv at varðveita síni savnindi, skal hetta gerast í samsvari við reglur um kt-avhendan av skjalasavnsútgávum.

Skjalasavnsútgávan skal vera í einum ávísum tekniskum formati, sum er ásett í vegleiðing í somu reglum. Líkamikið hvar og hvussu myndugleikin ynskir at varðveita síni savnindi, so skal hetta gerast sambært reglunum hjá Tjóðskjalasavinum.

Tú kanst venda tær til Róa Eliasen, KT-skjalavørð, um so er, at tú vilt hava fleiri upplýsingar víðvíkjandi avhendan av kt-skipanum.

Samband:

Rói Eliasen

Tlf: 340542

E-postur: RoiE@skjalasavn.fo

 

Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur, hevur framløgu um føroysku skjalasavnslóggávuna tann 8. mars 2018 á Hotel Føroyum: her.

 

Sí annars tær ymisku reglurnar, rundskrivini og vegleiðingarnar við at trýsta á slóðirnar niðanfyri:

Vegleiðingar um góðkenning, avhending, varðveiting og vraking av talgildum savnindum og kt-skipanum

 

Rundskriv:
Um fráboðan og góðkenning
Vegleiðing til rundskriv um fráboðan og góðkenning av kt-skipanum (pdf)

Avtalur:

Arkivavtala millum Danmark og Føroyar frá 1990 (pdf)