Vraking av skjølum

Stutt og greitt um vraking av skjølum

Tá stovnar avhenda skjalasavnsútgávur av kt-skipanum við skjølum, verða skjøl aloftast ikki vrakað. Tað vil siga, at øll skjøl skulu koma í eina skjalasavnsútgávu av skipanini. Tað kunnu tó vera umstøður, har Tjóðskjalasavnið tekur avgerð um, at bólkar av skjølum ikki skulu vera partur av eini avhending. Fyri at tað kostnaðarliga sæð skal loysa seg at vraka skjøl, skal talan vera um størri mongdir av skjølum, sum lættliga kunnu takast burtur úr heildini. Grundgevingin fyri vraking er sostatt fíggjarliga treytað, tí tað kann verða dýrt at framleiða skjøl til skjalasavnsskapið/formatið.

Hvør avgerð, hvørji skjøl skulu avhendast?

Myndugleikin ella stovnurin kann biðja Tjóðskjalasavnið gera eina meting av, um øll skjølini skulu avhendast. Tjóðskjalasavnið avgerð, um skjøl eru í kt-skipanini, sum ikki skulu avhendast. Tjóðskjalasavnið kann eisini av sínum eintingum taka spurningin um vraking upp vísandi til heimild. Tjóðskjalasavnið hevur, við heimild í skjalasavnslógini, m.a. sum endamál at áseta reglur um varðveitslu av almennum savnindum.

Nær verður avgerð tikin um vraking av skjølum?

Tá ein kt-skipan við skjølum verður fráboðað Tjóðskjalasavninum í sambandi við íverksetan, kann myndugleikin koma við uppskoti um, hvørji skjøl í skipanini kunnu sleppa undan avhending. Tjóðskjalasavnið tekur í hesum førum avgerð um møguliga vraking í sambandi við góðkenning. Um avhendanarmundið verður fylgt upp uppá, um skipanin hevur verið brúkt sum ásett, og um skjøl soleiðis hava sama innihald, sum avtalað varð. Um tað vísir seg, tá ið avhendingin skal fara fram, at stórar mongdir av skjølum eru í skipanini, ið ikki verða mett verd at varðveita, kann myndugleikin biðja um at gjørd verður ein vrakingarmeting.

Les meira. Tak niður her (pdf)