Tíðindi viðv. kt-savnindum

 

Neyðugt við altjóða samstarvi innan eArkivering

Tjóðskjalasavnið er sera fegi um at hava eitt sera tætt samstarv við Ríkisskjalasavnið og sýggja fleiri fyrimunir í hesum.

Tað at varðveita talgild dátu kann verða ein dýr, torskild og vitanartung uppgáva.

Endamálið við eArkivering er at veita:

• Ásetingar

• Forrit

• venjing

• Vitan

til at hjálpa dátuframleiðara, menningarfólk av forritium og talgild arkiv við til at klára avbjóðingarnar við stutt-, millum- og langtíðarvarðveiting av talgildum dátum.

Við at styrkja eina felags tilgongd til talgilda varðveiting í Europu, kunnu teir einstøku luttakararnir fáa fyrimunir við at nýta felags háttalag og amboð fram um at skula uppfinna, reka og víðarimenna hvør sína skipan.

eArchiving tekur støði í úrslitunum frá EARK verkætlanini (2014-2017), har Ríkisskjalasavnið tók lut.

Ríkisskjalasavnið er nú samskipari fyri tí eitt ára verkætlanini E-ARK4ALL, sum er veitari av innihaldið til eArchiving Building Block.

Tú kanst lesa meira um eArchiving her, og tú kanst lesa meira um altjóða samstarvið hjá Ríkisskjalasavninum her. eArchiving er nú alment ein “Building Block” í “Connecting Europe Facility” hjá EU-kommissiónini.

 

Varðveiting av GEO-dátum fyri eftirtíðina

Varðveiting av GEO-dátum fyri eftirtíðina. Sí her

 

 

Tíðindabræv viðv. kt-savnindum

Viðfest tíðindabræv.

Tak niður her

 

 

Viðgerð av skjølum í sambandi við framleiðslu at skjalasavnsútgávum

Her ein lítil kunning til veitara um viðgerð av skjølum í samband við framleiðslu at skjalasavnsútgávum.

her.

 

 

Videoframløgur um talgilda varðveiting

Criteria for document formats and media for preservation - René Mittå, Rigsarkivet Danmark

 

Status for digital archiving in Denmark (1/2) - Jan Dalsten Sørensen, Rigsarkivet i Danmark 

Status for digital archiving in Denmark (2/2) - Jan Dalsten Sørensen, Rigsarkivet i Danmark

 

 

Yvirlit yvir veitarar

Eitt yvirlit yvir danskar veitarar, ið hava framleitt eina skjalasavnsútgavu eftir okkara reglum, sí her.

 

 

 

Frágreiðing frá Ríkisskjalasavninum um talgilda varðveiting fyri 2016

her.

 

 

Mannagongd fyri effektivisering av mannagongdum í sambandi við framleiðslu av skjalasavnsútgávum av kt-skipanum til Tjóðskjalasavnið

her.

 

 

Hesir lands-, ríkis- og kommunalu myndugleikar skulu lata talgildar kt-skipanir inn til Tjóðskjalasavnið í dag

Landsmyndugleikar

• Løgmansskrivstovan

• Fiskimálaráðið

• Fíggjarmálaráðið

• Uttanríkis- og vinnumálaráðið

• Samferðslumálaráðið

• Almannamálaráðið

• Heilsu- og innlendismálaráðið

• Mentamálaráðið

 

Statsinstitutioner (sambært avtalu frá 30. marts 1990)

• Rigsombuddet på Færøerne

• Arktisk Kommando (Rigsarkivets ansvar)

• Søfartsstyrelsen

• Færøernes Ret − Administrerende sorenskriver

• Landfogeden på Færøerne (Politimesteren)

• Landslægen

• Kriminalforsorgen

 

Nevndir

Fjølmiðlanevndin, Løgmansskrivstovan

Grannskoðaranevndin, Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Heilsunevndin fyri sjófólk, Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Kærunevnd f. Trygdargrunnurin fyri avreiðingar lønir, Fíggjarmálaráðið

Kærunevndin fyri ALS, Samferðslumálaráðið

Kærunevndin fyri Barsilsskipan, Samferðslumálaráðið

Kærunevndin hjá Studna, Mentamálaráðið

Kærunevndin í almanna- og heilsumálum, Almannamálaráðið

Kærunevndin í lendismálum, Heilsu- og innlendismálaráðið

Landbúnaðarstevna Eysturoyar Sýsla, Fiskimálaráðið

Landbúnaðarstevna Norðoya Sýsla, Fiskimálaráðið

Landbúnaðarstevna Sandoyar Sýsla, Fiskimálaráðið

Landbúnaðarstevna Stremoyar Sýsla, Fiskimálaráðið

Landbúnaðarstevna Suðuroya Sýsla, Fiskimálaráðið

Landbúnaðarstevna Vága Sýsla, Fiskimálaráðið

Leigunevndin Almannamálaráðið Psyk. Sjúklingakærunevnd, Heilsu- og innlendismálaráðið

Siglingarráðið, Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Sjóvinnuráðið, Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Skatta- og avgjaldskærunevndin, Fíggjarmálaráðið

Vinnukærunevndin, Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Yvirfriðingarnevndin, Heilsu- og innlendismálaráðið

Yvirlandbúnaðarstevna Eysturoyar Sýsla, Fiskimálaráðið

Yvirlandbúnaðarstevna Norðoya Sýsla, Fiskimálaráðið

Yvirlandbúnaðarstevna Sandoyar Sýsla, Fiskimálaráðið

Yvirlandbúnaðarstevna Streymoyar Sýsla, Fiskimálaráðið

Yvirlandbúnaðarstevna Suðuroyar Sýsla, Fiskimálaráðið

Yvirlandbúnaðarstevna Vága Sýsla, Fiskimálaráðið

Yvirútskiftingarnevndin, Heilsu- og innlendismálaráðið

 

Kommunalir myndugleikar

30 kommunur

Nýggj standardoyðubløð

Í sambandi við tí nýggja formatinum fyri geodátur, er gjørdur ein nýggjur skemapakki, sum skal brúkast til allar skjalasavnsútgávur – hóast tær innihalda geodátu ella ei.

 

Nýggj dømi uppá skjalasavnsútgávur

Vit hava dagført tey tvey núverandi dømini um skjalasavnsútgávur – og hava gjørt tvey nýggj dømi:

• Arkiveringsversion med GML-data (AVID.SA.18002)

• Arkiveringsversion af Microsofts eksempeldatabase Northwind (AVID.SA.18003)

Les meira og tak standardoyðubløð niður og øll 4 dømini upp á skjalasavnsútgávur – her fyri kommunalar myndugleikar

 

 

Dagføring av ADA

Ein nýggj dagføring av ADA er klár til at royna/testa skjalasavnsútgávur, áðrenn tær verða avhendar Tjóðskjalasavninum og Ríkisskjalasavninum. Tann nýggja útgávan kann millum annað testa GML-dátur. Les meira um tað nýggju útgávuna her (leinkja til release note).

Tak ADA niður her.

 

 

Avhending av geodátum

Ríkisskjalasavnið er komið við einum nýggjum formati til avhending av geodátum.

Nýggju leiðreglurnar kunnu síggjast við at trýsta her.