Dátureinsan í skjalasavnsútgávum

Stutt og greitt um dátureinsan í skjalasavnsútgávum

- vegleiðing til kunngerð 1007 um skjalasavnsútgávur

Innleiðing

Tað er uppgávan hjá Tjóðskjalasavninum at samla inn og goyma álítandi dátur. Tí skal skjalasavnsútgávan av eini kt-skipan endurspegla dátur í rakstrarskipanini. Skjalasavnsútgávan verður ofta framleidd av einum uttanhýsisveitara.

Viðhvørt veit ella uppdagar myndugleikin ella kt-veitari tess, at dátur innihalda ymisk sløg av feilum.

Allir feilir skulu ikki rættast, sjálvt um tað er møguligt. Hetta kann tykjast løgið, men tað kemst av kravinum um eftirfarandi/álítandi dátur í skjalasavnsútgávuni. Um so er, at tiknar eru fyrisitingarligar avgerðir, grundað á dátur, ið ikki hava verið í lagi ella hava havt brek, skulu tann ella teir feilirnir eisini síggjast í skjalasavnsútgávuni. Bert soleiðis verður tað møguligt at skilja grundarlagið fyri avgerðini, ið gjørd er.

Tað er heldur ikki loyvt at royna at betra um dátuinnihaldið í mun til rakstrarskipanina. Feilir mugu ikki rættast, um so er, at tað kann verða ivi um, hvat feilurin meinast við. Tað er betri at varðveita feilir enn at gita skeivt.

Henda vegleiðingin gevur dømi uppá føri, har feilir skulu rættast, og dømi uppá føri har ikki er loyvt at rætta dátufeil – at fremja dátureinsing. Dømini í vegleiðingini eru ikki nøktandi og skulu ikki skiljast sum ein svarlisti. Nógv sløg av feilum kunnu koma fyri, og tað er valla gjørligt at lýsa teir allar gjølla. Um so er, tú ert í iva kanst tú seta teg í samband við Tjóðskjalasavnið. Í sambandi við framleiðslu av eini skjalasavnsútgávu skal skiljast ímillum sjálvt innihaldið í teimum dátum, sum er kunningarinnihaldið í rakstrarútgávuni av skipanini og bygnaðir og format, sum dátur eru goymdar í. Tað er loyvt at broyta bygnaðin og formatini við heimild í kunngerðini um skjalasavnsútgávur (1007), men ikki at broyta í upplýsingarinnihaldinum av dátum.

Les meira her (tak niður pdf)