Tjóðskjalasavnið Faroese National Archives
V.U. Hammershaimbs gøta 18
FO-100 Tórshavn
T-postur: skjalasavn@skjalasavn.fo
Tlf: +298 340 540
Seinast dagført: 08-03-2017
Talgilding av mentanararvinum
Hugtakið talgilding verður ofta nýtt í týdninginum “talgilt samskifti millum borgara og tað almenna”. Men hugtakið talgilding umfatar eisini tað at gera um tekst, ljóð ella myndir frá einum analogum sniði til eitt talgilt snið.
Tað vit á Tjóðskjalasavninum hugsa um í hesum sambandi er at vit í dag kunnu gera um pappír savnindi til talgildt savnindi soleiðis at hesi savnindi kunnu almannakunngerðast á alnótini. Í dag hava vit talgilt ein part av hesum mentanararvi, ið sæst á okkara heimasíðu history.fo. Vit kunnu fara víðari við hesum arbeiði við til dømis at skanna, talgilda og leggja á alnótina allar tær kommunalu gerðabøkurnar osv. Her eru óavmarkaðir møguleikar at troyta hvat talgilding av mentanararvinum viðvíkur.