Fráboðan um talgilding v.m.

Myndugleikar skulu boða Tjóðskjalasavninum frá talgildisverkætlanum. Um tit ætla at talgilda eitt pappírssavn, og eftirsíðani at burturbeina skjølini, skulu tit boða Tjóðskjalasavninum frá hesum.

Ivast tit í, um skjølini eru varðveitingarverd (tvs. um tey einaferð skulu avhendast Tjóðskjalasavninum), setið tykkum so í samband við okkum á johnk@.skjalasavn.fo ella RoiE@skjalasavn.fo.

Á okkara heimasíðu skjalasavn.fo, undir kt-savnindi/avhending av kt-skipanum/vraking av skjølum kunnu tit eisini lesa meiri um varðveiting og vraking av savnindum/skjølum.

Tjóðskjalasavnið kann gera skanningaruppgávuna fyri myndugleikan ímóti samsýning.

Tú kanst boða Tjóðskjalasavninum frá um tykkara skanning og talgilding við at útfylla oyðublaði her. Tak niður. Prenta út, skanna og send til skjalasavn@skjalasavn.fo

Myndir: Okkara nýggi skannari. Skjølini verða skannað eftir góðkendum TIFF-sniði, ið er góðkent snið til langtíðarvarðveiting.

Les meiri um talgilding av skjølum her.