Kanningar av skjalasavnsútgávum

Stutt og greitt um royndarkanningar av skjalasavnsútgávum

Dátur og skjøl frá almennum fyrisitingarligum kt-skipanum, ið skulu varðveitast fyri eftirtíðina, skulu avhendast til Tjóðskjalasavnið í eini skjalasavnsútgávu. Skjalasavnsútgávur skulu gerast eftir reglunum í kunngerð um kt-avhending av skjalasavnsútgávum til Tjóðskjalasavnið nr. ... frá dd.mm.åååå. (hereftir kunngerðin). Í sambandi við móttøku nároynir Tjóðskjalasavnið allar skjalasavnsútgávur nágreiniliga fyri at tryggja, at dátur, bygnaður og skjalfesting er í samsvari við kunngerðina og ta ávísu avhendingarásetingina, ið er lýst um innihaldið av eini ávísari skipan.

Henda vegleiðingin vendir sær til myndugleikar og veitarar av kt-skipanum, sum gera eina ávísa framleiðslu og avhending av eini skjalasavnsútgávu til Tjóðskjalasavnið. Í vegleiðingini verður – í skema – greitt frá mannagongdini í sambandi við móttøku og royndarkanning fyri at gera skiljandi, hvat hendir, frá tí at tú avhendar eina skjalasavnsútgávu til hon verður góðkend og goymd í goymsluskipanini hjá Tjóðskjalasavninum og Ríkisskjalasavninum.

Í vegleiðingini verður m.a. svarað uppá:

• Hvat hendir, tá Tjóðskjalasavnið tekur ímóti skjalasavnsútgávuni.

• Hvussu ein royndarkanning hjá Tjóðskjalasavninum og Ríkisskjalasavninum gongur fyri seg.

• Hvussu long tíð tað tekur, áðrenn svar kann væntast

• Hvat svar ein kann vænta

• Hvat hendir, tá ein skjalasavnsútgáva verður góðkend

Sum uppískoyti til hesa vegleiðing til royndarkanning av skjalasavnsútgávum í Tjóðskjalasavninum og Ríkisskjalasavninum hava vit gjørt eitt yvirlit yvir vanligastu feilirnar, ið føra við sær, at skjalasavnsútgávur ikki kunnu góðkennast beinanvegin. Yvirlitið inniheldur eisini leiðbeining um, hvussu feilirnir kunnu rættast. Vit mæla til, at tú eftirkannar henda listan nágreiniliga og rættar hesar feilirnar, áðrenn tú avhendar eina skjalasavnsútgávu, fyri at gera mannagongdina fyri royndarkanningina so einfalda og skjóta sum gjørligt.

Les meira her.

 

Skjalavegleiðing

Vegleiðing í handfaring av skjølum í samband við framleiðslu av skjalasavnsútgávum.

Ískoyti til vegleiðingina til kunngerð um skjalasavnsútgávur.

Ætlað myndugleikum ella kt-veitarum, ið skulu framleiða eina skjalasavnsútgávu.

Kann takast niður her (pdf)

 

Feilir í skjalasavnsútgávum 

Yvirlit yvir teir mest vanligu feilirnar í sambandi við kanning/test av skjalasavnsútgávum. Ætlað myndugleikum ella kt-veitarum, ið skulu framleiða eina skjalasavnsútgávu.  Tak niður her (pdf)

 

Stutt og greitt um views og SQL-fyrispurningar

Henda vegleiðingin lýsir hví og hvussu views og SQL-fyrispurningar veljast og takast við í eini skjalasavnsútgávu. Tá myndugleikin skal avhenda eitt avrit av dátu frá eini kt-skipan (ein skjalasavnsútgáva) til Tjóðskjalasavnið og Ríkisskjalasavnið, kann Tjóðskjalasavnið gera av hvørji views og SQL-fyrispurningar, sum skulu verða partur av avhendingini. Tak niður her (pdf)