Mannagongd í stuttum

Soleiðis er mannagongdin í sambandi við eitt kt-avhendingarmál

1. Tjóðskjalasavnið byrjar avhendingarmálið við at senda eitt bræv um avhending til myndugleikan

2. Ein fundur verður hildin millum Tjóðskjalasavnið og myndugleikan/stovnin, har dátuinnihald og skjalprógv av skjalasavnsútgávuni verður avtalað. Skift verður orð um tíðarætlan fyri gongdina í avhendingarmálinum

3. Tjóðskjalasavnið flýggjar út - við støði í samrøðunum við myndugleikan - eina avhendingaráseting, ið nágreiniliga lýsir innihaldið í skjalasavnsútgávuni og ásetur avhendingardagin.

4. Myndugleikin sendir skjalfesting til Tjóðskjalasavnið/Ríkisskjalasavnið til góðkenningar.

5. Myndugleikin/stovnurin ella veitari teirra hálar dátu út frá skipanini og framleiðir eina skjalasavnsútgávu sambært avhendingarásetingunum og kunngerðini um skjalasavnsútgávur.

6. Myndugleikin ella veitari teirra royndarkoyra skjalasavnsútgávuna við forritinum ADA, ið er testforritið hjá Ríkisskjalasavninum.

7. Myndugleikin letur Tjóðskjalasavninum skjalasavnsútgávuna. Skjalasavnsútgávan skal antin latast persónliga ella við at senda hana sum innskrivað sending til fylgjandi móttakara og bústað: Tjóðskjalasavnið, V.U. Hammershaimbsgøta 18, FO-100 Tórshavn. Tað má IKKI tilskilast navn á málsviðgera sum att.

Hesir fylgisseðlar skal útfyllast og viðleggjast:

- fylgisseðil til skjalasavnsútgávu (Føroyskur-pdf)

- fylgisseðil til skjalasavnsútgávu (Danskur-pdf)

8. Tjóðskjalasavnið kvittar fyri skjalasavnsútgávuna og yvirtekur hereftir ábyrgdina av viðgerðini av dátunum.

9. Tjóðskjalasavnið royndarkoyrir saman við Ríkisskjalasavninum skjalasavnsútgávuna og góðkennir hana, tá allar ásetingar eru hildnar. Les meira um “ Stutt og greitt um royndarkanningar av skjalasavnsútgávum”.

Tak niður her (pdf)