Almenn fyrisiting

Almennir myndugleikar skulu avhenda savnsskjøl síni og skrásetingarskipanar sínar til Tjóðskjalasavnið, og eingin almennur myndugleiki hevur loyvið at beina burtur skjøl ella dátur, uttan við loyvi frá Tjóðskjalasavninum.

Tjóðskjalasavnið hevur eftirlit við og ráðgevur almennum myndugleikum, tá tað snýr seg um pappírsskjøl og kt-skipanir, og ásetur reglur um skipan teirra.

Tvær eindir á Tjóðskjalasavninum taka sær av viðskiftum við almennar myndugleikar:

  1. 'Eindin fyri pappírsvarðveiting', sum tekur sær av øllum, sum snýr seg um pappírsskjøl, og 
  2. 'Eindin fyri kt-varðveiting', sum tekur sær av øllum, sum snýr seg um kt-skipanir.

Sí eisini leinkjur til høgru.

Myndugleikar hava tó sjálvir ábyrgdina av, at skráseting teirra verður skipa á skynsaman og tryggan hátt, og at skjøl og skrásetingarskipanir teirra verða varðveittar undir tryggum umstøðum, til tær verða avhendar til Tjóðskjalasavnið.