Avhending av kt-skipanum

 

  • Hví varðveita?
  •  
  • Tað er neyðugt at skjalprógva arbeiðið hjá fyrisitingini, soleiðis at komandi ættarlið kunnu skriva og skilja sína søgu.
  • Tjóðskjalasavnið tryggjar talgilda og fysiska atgongd til skjalprógvingina av Føroya søgu. Rættargrundarlagið fyri skjalasøvn er skjalasavnslógin og kunngerðir og rundskriv. Sí lógir og reglur.
  •  
  • Hvat skal avhendast?
  •  
  • Allir stovnar skulu boða Tjóðskjalasavninum frá, áðrenn tey taka nýggjar kt-skipanir í nýtslu. Tjóðskjalasavnið metir um - út frá fráboðanini - um eitt avrit skal avhendast Tjóðskjalasavninum, hvussu og nær avhendast skal fyrstu ferð. Hetta verður avgjørt í eini áseting um varðveiting. Tá ið avhendingin skal fara fram, seta vit okkum í samband við tykkum.
  • Hetta fylgibrævið skal fyllast út og hjáleggjast: 
  1. Fylgibræv til skjalasavnsútgávu 
  • Les eisini:
  1. Stutt og greitt um avhending av kt-skipanum
  2. Soleiðis er mannagongdin í sambandi við eitt kt-avhendingarmál
  • Samband:
  • Um ivamál ella spurningar eru, ber til at seta seg í samband við Tjóðskjalasavnið fyri at leita sær hjálp og vegleiðing:

 

  • Sjónband um avhending av skjalasavnsútgávum (á donskum): trýst her
  • Sjónband av framløgu hjá Róa Eliasen, kt-arkivarur, um avhending av kt-skipanum: trýst her