Nýt skjalasavnið
Á Tjóðskjalasavninum kanst tú leita fram savnsskjøl (arkivalier), við upplýsingum um fleiri ymisk fyrisitingarlig, rættarlig og søgulig viðurskifti. Talan er sum heild um óviðgjørd upprunaskjøl. Sí .
Tað eru tvey ymisk støð at leita fram savnsskjøl:
1) á heimasíðu okkara, history.fo, har talgildað savnsskjøl/keldur kunnu síggjast
2) á okkara, har savnsskjøl (pappírsskjøl) kunnu síggjast.
Savnsskjølini á heimasíðuni eru øll beinleiðis atgongd fyri ein og hvønn, meðan savnsskjølini á lesistovuni kunnu býtast í tveir bólkar:
1) savnsskjøl, ið eru beinleiðis atgongd
2) savnsskjøl, ið ikki eru beinleiðis atgongd, sí meir .
Um tú sjálv(ur) kemur á lesistovuna, og leitar fram neyðugu savnsskjølini, er tað ókeypis. Á lesistovuni finnast savns- og goymsluyvirlit yvir tey ymisku skjalasøvnini. Vit vegleiða teg sjálvandi á rætta leið, um tørvur er á tí.
Vit kunnu eisini, mótvegis gjaldi, leita fram savnsskjøl fyri teg. Sí .
Eisini ber til at senda fyrispurningar til Tjóðskjalasasavnið. Sí meir .