Lesistovan

 

Øll kunnu koma á lesistovu Tjóðskjalasavnsins at síggja og arbeiða við savnsskjølum okkara, t.d. kirkjubókum, fólkateljingum, mynstringarlistum, journalum og øðrum.

Á lesistovuni er tráðleyst net. Tað er ikki loyvt at hava mat og drekka við á lesistovuna.

Sí eisini .

Hvørji savnsskjøl hava vit?

Savnsskjølini fevna um tíðina frá umleið 1300 til í dag og eru í vavi knappar 5 kilometrar.
Flestu savnsskjølini stava frá almennum stovnum, bæði lands- og ríkisstovnum og kommunum, eisini eru privat savnsskjøl. Vit hava somuleiðis kort og tekningar.

Vit hava ikki bløð/tíðarrit (útgivið/prentað tilfar) ella lutir. 

Avrit
Á lesistovuni finnast avrit av upprunaskjølum, ið vanliga verða nógv nýtt, eitt nú úr kirkjubókum, fólkateljingum, jarðarbókum/lensroknskapum og skiftiprotokollum. Vitjandi á lesistovuni kunnu nýta hesi avrit. 

Sí eisini .

Avrit, skanningar, myndir o.a. av upprunaskjølum

Tað ber til at fáa avrit, skanningar ella taka myndir (uttan blits) av upprunaskjølum. Vanlig avrit verða bert tikin av upprunaskjølum, sum eru í góðum standi, tó ikki av upprunaskjølum ið eru innbundin og/ella við innsigli. Slík skjøl mugu skannast.

Eisini ber til at bíleggja skjalasavnsrannsóknir (kanningararbeiði) v.m. mótvegis gjaldi. 

Tosa við starvsfólkini um hetta.

Sí .