Skip to main content

Dátureinsan í skjalasavnsútgávum

 


Tað er uppgávan hjá Tjóðskjalasavninum at savna inn og varðveita álítandi dátur. Tí skal skjalasavnsútgávan av eini kt-skipan endurspegla dátur í rakstrarskipanini. Skjalasavnsútgávan verður ofta framleidd av einum uttanhýsisveitara.

Viðhvørt veit ella varnast myndugleikin ella kt-veitari tess, at  ymisk sløg av feilum eru í dátunum.

Allir feilir skulu ikki rættast, sjálvt um tað er møguligt. Hetta kann tykjast løgið, men tað kemur av kravinum um eftirfarandi/álítandi dátur í skjalasavnsútgávuni. Um so er, at tiknar eru fyrisitingarligar avgerðir, grundað á dátur, ið ikki hava verið í lagi ella hava havt brek, skal tann ella teir feilirnir eisini síggjast í skjalasavnsútgávuni. Bert soleiðis verður tað møguligt at skilja grundarlagið fyri avgerðini, ið gjørd er.

Tað er heldur ikki loyvt at royna at betra um dátuinnihaldið í mun til rakstrarskipanina. Feilir mugu ikki rættast, um so er, at tað kann vera ivi um, hvat feilurin meinast við. Tað er betri at varðveita feilir enn at gita skeivt.

Í sambandi við framleiðslu av eini skjalasavnsútgávu skal skiljast ímillum sjálvt innihaldið í teimum dátum, sum er kunningarinnihaldið í rakstrarútgávuni av skipanini og bygnaðir og format, sum dátur eru goymdar í. Tað er loyvt at broyta bygnaðin og formatini við heimild í kunngerðini um skjalasavnsútgávur (ávegis), men ikki at broyta í upplýsingarinnihaldinum av dátum.

Stutt og greitt um dátureinsan í skjalasavnsútgávum.

  • Samband:
  • Um ivamál ella spurningar eru, ber til at seta seg í samband við Tjóðskjalasavnið fyri at leita sær hjálp og vegleiðing: