Eftirlit við góðskutrygging

 

Tjóðskjalasavnið setur seg í samband við kommunalar- og landsmyndugleikar (hereftir stovnar), sum hava fingið góðkent eina kt-skipan við skjølum, umleið tvey ár eftir góðkenningina.

Eftirlitið umfatar kanning av, um skipanin verður nýtt sum tilskilað í fráboðani.

Eftirlitið kannar um leiðreglur fyri nýtslu av skipanini eru fylgdar.

Fyri at fáa góðkent eina kt-skipan við skjølum skal stovnurin hava eina mannagongd fyri góðskutrygging, og hon skal verða lýst í reglunum fyri skipanini.

Í sambandi við eftirlitið kannar Tjóðskjalasavnið, um myndugleikin hevur brúkt skipanina sum lýst í leiðreglunum, herundir um mannagongdin fyri góðskueftirlit er fylgd.

Eftirlitið er samansett av einum oyðublaði og møguliga einari eftirfylgjandi vitjan. Sí høgra bredda.

Soleiðis gongur eitt eftirlit um góðskutrygging fyri seg

  1. Tjóðskjalasavnið sendir eitt bræv við slóð til oyðublað.
  2. Stovnurin fyllir út oyðublaðið og viðfestur fylgjandi skjalfesting:
    - Dagførdar leiðreglur og mannagongd fyri góðskueftirlit
    - Samanteljing av málum íroknað ávísing av afturlatnum/lokaðum málum
    - Listi yvir fíluformat
    - Møguligt yvirlit/uppgerð frá góðskutryggingini
    - Yvirlit yvir journaliserað skjøl, sum ikki eru knýtt at einum máli
    - Møguligt yvirlit yvir ikki-journaliserað skjøl, ið hoyra til eitt mál
     
  3. Um neyðugt, halda stovnurin og Tjóðskjalasavnið ein fund, har eftirlitssvarið verður gjøgnumgingið.
  4. Tjóðskjalasavnið sendir eitt bræv um, at eftirlit er gjørt eins og møgulig góðkenning av avhendingini av kt-skipanini eftir frymli B ella C.

Góðkenning av avhending eftir frymli B ella C.

Eftirlitið er ein fortreyt fyri, at Tjóðskjalasavnið kann góðkenna skipanina, og um skipanin kann avhendast sum ein løtumynd (avhendingarmyndil B) ella við lokaðum málum (avhendingarmyndil C).

Skipanir, sum ikki kunnu góðkennast, skulu avhendast eftir frymli A (avmarkað tíðarskeið).

 

Orðalisti:
Á donskumÁ føroyskum
InstruksReglugerð
RetningslinjerLeiðreglur
TilsynEftirlit
ProcedureMannagongd
KvalitetskontrolGóðskueftirlit
FilformatFílusnið/fíluformat
AkterMálsskjøl
ModelMyndil
ØjebliksbilledeLøtumynd