Hvussu leitar ein upplýsingar fram á einum skjalasavni?

 

Tjóðskjalasavnið, eins og onnur skjalasøvn, varðveitir síni savnsskjøl eftir proveniensprinsippinum.

Tað merkir, at hvørt skjalasavn (sýslurnar, prestagjøldini, Fútin, Sorinskrivarin, Færø Amt/Ríkisumboðið o.s.fr.) verður varðveitt fyri seg. 

Tað merkir eisini at savnsskjølini verða varðveitt á sama hátt, sum stovnurin sjálvur hevur skapt og varðveitt síni savnsskjøl. Tað sama er eisini galdandi fyri privat skjalasøvn.

Tá ið upplýsingar um eitt ávíst evnið skulu finnast á einum skjalasavni, er tískil neyðugt at vita hvør hevur umsitið tað øki, sum upplýsingarnar snúgva seg um. T.d. var tað fútin og sýslumennirnir, ið mynstaðu manningar á skipum fram til uml. 1988 og tí eru mynstringar at finna í teimum søvnunum.

Flestu almennir stovnar, ið hava avhendað teirra savnsskjøl, hava eina journalskipan, sum savnsskjølini so eru varðveitt eftir. (Sí meir um ).

Nakrir stovnar hava varðveitt savnsskjøl síni sum samlimál undir ymiskum evnum. Fleiri stovnar hava tó bæði journal- og samlimál. Sorinskrivarin hevur t.d. fá journalmál, men fleiri samlimál, har mál av sama slag eru varðveitt saman (borgarlig mál, revsimál, uppboðssølur, skiftir o.s.fr.)

Savnsyvirlitini, sum viðskiftafólkini á lesistovuni fáa at leita í, eru gjørd við støði í, hvussu teir avhendandi stovnarnir hava varðveitt teirra savnsskjøl.