Skip to main content

Ofta settir spurningar

Á Tjóðskjalasavninum eru varðveitt savnsskjøl frá øðrum veraldarbardaga. Savnsskjølini snúgva seg m.a. um minur, myrkalegging, siglingarleiðir, vøruútflutningur o.a.

Øll savnsskjøl viðv. hernaðarlig mál (hermenn, fremmand skip, álop o.a.) eru varðveitt í Bretlandi (National Archives)

Eitt arvaskiftið/deyðsbúgv gevur upplýsingar um ein, sum er deyður og um, hvør skal arva viðkomandi. 

Skiftiprotokollir frá 1701 til 1904 eru tøkar á history.fo. Frá 1904, og fram til uml. 1991, eru arvaskiftir/deyðsbúgv at finna í savninum hjá Sorinskrivaranum á Tjóðskjalasavninum. 

Arvaskiftir/deyðsbúgv, ið eru yngri enn 80 ár, koma undir serligar reglur um atgeingi, sí meir her.

Ein deyðsváttan inniheldur upplýsingar um nær og hvar ein persónur er deyður, og hvør deyðsorsøkin er. Eisini er skrásett navn, heimstaður og føðidato.

Deyðsváttanir fyri Føroyar eru varðveittar á Ríkisskjalasavninum í DK.

  1. Arkivalieronline (Færøerne) fyri tíðarskeiði 1879 – 1944
  2. Frá 1944 – 1971 er neyðugt at søkja um atgeingi (Daisy)
  3. Ríkisskjalasavnið (Vegleiðing)

Deyðsváttanir eru skipaðar eftir árstali og læknadømi.

Ein kirkjubók, ella ministerialbók, inniheldur upplýsingar um tær kirkjuligu hendingarnar í einum prestagjaldi – upplýsingar um persónar viðv. føðing/dóp, konfirmatión, vígslu og deyða/jarðarferð.

Allar høvuðsministerialbøkurnar, ið eru avhendaðar til Tjóðskjalasavnið, eru skannaðar og tøkar á history.fo.

Fyri upplýsingar úr kirkjubókum, ið ikki finnast har, er neyðugt at venda sær til Fólkakirkjuna.

Á Tjóðskjalasavninum finst nógv tilfar viðvíkjandi sjóvinnu:

  1. Mynstringar eru at finna í søvnunum hjá ávikavist Vanlukkutryggingini, Fútanum og sýslunum. 
  2. Skipa- og bátaskráseting eru at finna í savninum hjá Fútanum (í summum førum eisini hjá sýslunum). 
  3. Strikað skip eru at finna í savninum hjá Fútanum. 
  4. Skipsdagbøkur eru aloftast at finna í søvnunum hjá Fútanum og sýslunum. (Skipsdagbøkur koma undir almennar atgeingisreglur, sí lógir og reglur.) 
  5. Sjóforhoyr/frágreiðingar eru at finna í søvnunum hjá ávikavist, Sorinskrivarinum, sýslunum, Fútanum og Færø Amt. (Sjóforhoyr ið eru yngri enn 80 ár koma undir serligar reglur um atgeingi, sí meir her.)  
  • Í sambandi við tinglýsing verða allar heimildir og rættindi til fastogn førdar í skeyti- og pantiprotokollir. Tær fevna um keypssáttmálar, skeytir, servituttir, pantubrøv, arvaavkannan, festibrøv og leigu- og haldsáttmálar.

Á Tjóðskjalasavninum finnast tinglýsingar fram til 1965. Nýggjari tinglýsingar eru at finna hjá Tinglýsingini.

Fyri at finna tinglýsingina av einum skjali, er neyðugt at vita dagfestingina fyri tinglýsingini og loypinummari á tinglýsingini

Upplýsingar um dagfesting og loypinummar fæst frá Tinglýsingini við at upplýsa matrikulnummar.