Skip to main content

Ættarbandsskráin á Vanganum

|   Tíðindi

Nú fær almenningurin í Føroyum møguleika at síggja sína egnu ætt.

Nú Vangin, sum er nýggi føroyski tænastuportalurin hjá tí almenna, er farin at virka, er ein av teimum fyrstu tænastunum á Vanganum sokallaða ‘Ættarbandsskráin’. Hetta er ein skrá, sum Tjóðskjalasavnið, vegna Ílegusavnið, hevur bygt upp og ment.

Í Ættarbandsskránni ber til at síggja ættarbond og at finna nærum allar føroyingar fleiri 100 ár aftur í tíðina.

Higartil hevur Ættarbandsskráin einans verið brúkt í sambandi við ílegugransking, men nú fær almenningurin í Føroyum møguleika at síggja sína egnu ætt umvegis hesa skrá.

Arbeiðið at gera Ættarbandsskránna byrjaði longu í 2006. Nógv starvsfólk hava síðani arbeitt á Tjóðskjalasavninum við at leggja (nærum) allar føroyingar og ætt teirra í eina og somu skrá.

Upprunaliga vóru ikki ætlanir at knýta Ættarbandsskránna til Tjóðskjalasavnið, men tá gjørt varð vart við, at flestu keldurnar til ætt í Føroyum eru at finna á Tjóðskjalasavninum, fekk stovnurin uppgávuna tillutaða at gera Ættarbandsskránna fyri Ílegusavnið. Keldurnar til Ættarbandsskránna eru nógvar, men tær eru fyrst og fremst kirkjubøkur, fólkateljingar, skráin hjá Landsfólkayvirlitinum o.s.fr.

Nógv arbeiði liggur aftanfyri Ættarbandsskránna, serliga við inntøpping, men eisini hevur arbeiðið at góðskutryggja skránna tikið nógva tíð. Nú skráin fer út á Vangan, og fólk kunnu síggja sína egnu ætt, kunnu tey gera vart við, um tey síggja okkurt, tey halda eigur at rættast. Tí verður eisini spennandi at síggja, hvussu tað fer at eydnast komandi tíðina at samstarva við almenningin um at góðskumenna Ættarbandsskránna.
 

Kirkjubøkur eru ein tann týdningarmesta ættarkeldan. Her er ein síða úr kirkjubókini fyri Suðuroyar Prestagjald 1832-1860.
2009: Inntøpping av kirkjubókum.