Tjóðskjalasavnið, Faroese National Archives
V. U. Hammershaimbsgøta 18
FO-100 Tórshavn
T-postur: [email protected]
Tlf: +298 340 540
Seinast dagført: 06-09-2023
Skeyti- og Pantiprotokollir fevna m.a. um keypssáttmálar, skeytir, servituttir, pantibrøv, festibrøv og leigu- og haldsáttmálar.
Ymisk heiti gjøgnum tíðina:
1706-1858 - Panteprotokoller
1858-1927 - Skøde- og Panteprotokoller
1927-1940 - Skøde- og Pantebøger
1938-1965 - Genpartspantebøger
Higartil eru nakrar av protokollunum skannaðar
Protokollirnar frá 1706 til 1730: her vóru øll pantibrøv, skeytir, keyps- og skuldarbrøv o.a. lisin upp á tingi og skrásett í pantiprotokollirnar.
Protokollirnar frá 20.05.1930 til 01.10.1940 (Protokolnummar 55-64): fyri at finna ávísar tinglýsingar verður víst til tinglýsingardato, protokolnummar og síðutal umframt loypinummar.
Til dømis: 20.05.1930 55/2 L.Nr 192. 20.05.1930 er tinglýsingardato, 55 vísir til protokolnummarið, 2 er síðutalið og L.Nr 192 er loypinummarið. Navnalistar eru aftast í protokollunum.
Upplýsingar um tinglýsingardato, protokolnummar, síðutal og loypinummar fáast frá Tinglýsingini við at upplýsa matrikulnummar.