Vegleiðing til avhendarar av privatum pappírsskjalasøvnum

Hevur ein ætlanir um at avhenda privat skjalasøvn, er týdningarmikið at boða Tjóðskjalasavinum frá ymiskum viðurskiftum viðvíkjandi skjalasavninum. 

Hesir upplýsingar eru týdningarmiklir í mun til at Tjóðskjalasavnið skal kunna meta um skjalasavnið kann avhendast:

Um tilfarið - historikkur?

  • Upprunin til tilfarið
  • -    Virki/fyritøka
  • -    Felagsskapur
  • -    Áhugafelag
  • -    Privatpersónur
  • -    Annað
  • Um privatpersónar
  • -    Nær livdi viðkomandi?
  • -    Hvar búði viðkomandi?
  • -    Hvat var lívsstarvið? 
  • Hvat fyri tíðarskeið fevnir tilfarið um?
  • -    T.d. frá uml. 1915 - 1940 ella 1990 - 2000?
  • Hvar er tilfarið skapt?
  • Dømir:
  • -     Lá virkið í Kaldbak?
  • -     Er talan um skjøl, ið eru skapt av einum skyldfólki, ið búði tað mesta av lívi sínum í Sørvági? 
  • -     Er talan um eina gerðabók frá eini lokalnevnd í einum áhugafelagið, ið fevndi um alt landið?

Umstøðurnar hjá skjalasavninum?

  • Hvussu nógv fyllir tilfarið?
  • - T.d. 10 ringbind, 3 stórar flytieskjur ella fyllir tað fimm reólir í einum kjallara?
  • Hevur tilfarið fingið skaða?
  • - T.d. er tað moðið, fingið vatnskaða, skaðadjór, sopp?
  • Er talan um talgilt tilfar?
  • - T.d. tekst- og myndafílur ella dátugrunnar. Er tilfarið á harðdiski, teldufløgu ella á diskettum?
  • Er talan um filmar, myndir ella ljóðupptøkur?
  • - Eru video- og/ella kasettubond?
  • - Eru myndir ella ljósmyndir?
  • - Eru persónarnir á myndunum eyðmerktir ella kunnu teir eyðmerkjast?

 

Samband:


Um ivamál eru, ella ein hevur spurningar, vinaliga set teg í samband við Tjóðskjalasavnið fyri at leita tær hjálp og vegleiðing: