Heimlán

Heimlán av avhendaðum skjølum Allir almennir stovnar, sum hava avhendað savnindi til Tjóðskjalasavnið, kunnu lána tey savnindi, tey sjálvi hava avhendað, heim á stovnin. Hetta verður í vanligar talu nevnt heimlán. Somuleiðis kunnu stovnar lána skjøl, sum hava við teirra virksemi at gera, frá stovnum, hvørs virksemi stovnurin heilt ella partsvís hevur yvirtikið. Lánitíðin er 3 mánaðir. Umbøn um heimlán verður send Tjóðskjalasavninum í minsta lagi 3 yrkadagar áðrenn savnindini skulu brúkast, til hesa teldupostadressu: skjalasavn@skjalasavn.fo Í umbønini skal standa: Stovnsnavn Navnið á tí, sum biður um ella sum skal brúka savnindini Ár og journalnummar á savnindinum Hvat málið snýr seg um Starvsfólk á Tjóðskjalasavninum kunnu hjálpa til við at finna skjøl fram í savnindunum. Slíkar kanningar verða gjørdar fyri vanligt gjald. Sí prísir Savnindini verða heintað og latin inn aftur á lesistovu Tjóðskjalasavnsins, V.U. Hammershaimbsgøta 11, kj.