Skip to main content

Tað vóru 5 ’føroyskir litir’ til ullint klæðir

|   Tíðindi

Í frágreiðing varðveitt á Tjóðskjalasavninum sigur Jens Christian Svabo, at síðst í 1700-talinum framleiddu føroyingar sjálvir 5 ymiskar litir, sum tey brúktu til at lita ullint klæðir við.

Hesir litir vóru: 1) Korkalitt, 2) Reyðbrúnt, 3) Kolsvart, 4) Gult og 5) Grønt.

Tann í fjølmiðlunum nógv umrødda troyggjan frá fyrst í 1800-talinum, ið er í varðveitslu hjá The National Archives í Bretlandi, hevur nú fingið eyka umrøðu, orsaka av misskiljing um lit. Í hesum sambandi hevur Tjóðskjalasavnið verið á goymslum sínum, fyri at vita um okkurt er um føroyska liting av ull um sama mundi. Í kendu kanningini hjá Svabo funnu vit nakað um evnið.

Í 1781-82 gjørdi Jens Christian Svabo, eftir boðum frá donskum myndugleikum, kanningar í Føroyum. Burturúr hesum kanningum, og kanningum sum Nicolai Mohr gjørdi 1776-79, skrivaði Svabo eina longri frágreiðing um Føroyar, undir heitinum ’Indberetninger indhentede paa en Allernaadigst befalet Reise i Færøe 1781 og 1782’. Frágreiðingin á umleið 1500 hondskrivaðar síður, býtt í 7 hefti, viðgerð nærum øll viðurskifti viðvíkjandi Føroyum, bæði náttúru- og mentanarfyribrigdi.

Svabo lat danska Rentukamarinum endaligu frágreiðingina í 1789. Seinni varð frágreiðingin latin danska Ríkisskjalasavninum í varðveitslu, men síðani 2007 hevur Tjóðskjalasavnið havt tey 7 heftini hjá Svabo í varðveitslu.

Undir heitinum ‘Om Farver’ (s. 522-544) viðgerð Svabo, hvussu teir 5 litirnir, sum hann kallar ’(…) indenlandske Farver i Færøe (…)’, verða framleiddir. Tey brúktu m.a. mosa, urtir, blómur o.a., at fáa litir úr. Okkurt litingarevni fór beinleiðis í pottin, saman við ullini, meðan annað litingarevni skuldi viðgerast, t.d. turkast, áðrenn tað varð lagt saman við ullini at kóka. Sumt skuldi kókast stutt, annað leingi. Okkurt skuldi kókast eina ferð, meðan annað skuldi kókast fleiri ferðir, áðrenn litingin var endalig.

Sjálvt um talan einans var um 5 litir: korkalitt, reyðbrúnt, kolsvart, gult og grønt, so bar í ávísan mun til at broyta litirnar eitt sindur undir framleiðsluni. Nevnast kann, at Svabo í sambandi við reyðbrúna litin m.a. sigur: “Naar det koger, bruger nogle at komme lidt Pis deri, som skal gjøre Farven mørkere.”

Aftast í hefti III hevur Svabo sett inn 36 litroyndir. Litroyndir nr. 1-5 eru teir upprunaligu føroysku litirnir, sum eru “(...) farvede af Bonde-Koner i Færøe (...)”. Allar hinar litroyndirnar (nr. 6-36)  eru somu litirnir, sum Svabo onkursvegna hevur gjørt royndir við, m.a. fyri at royna bindindi (‘bestandighed’) teirra.

Í 1959 varð frágreiðing Svabos skrivað av og givin út á prenti. Hon er umleið 500 síður, harav slakar 420 síður eru avskriftin av teimum 7 heftunum. Tað var ’Selskabet til udgivelse af færøske kildeskrifter og studier’, sum gav bókina út. Við prentaðu bókini frá 1959 gjørdist Svabo’sa frágreiðing  atkomulig fyri almenninginum í fullum líki, men upprunaliga frágreiðingin, við upprunaligu litiroyndunum, finst einans á Tjóðskjalasavninum.

Back
Tey 7 heftini í frágreiðingini hjá Svabo 1781-82
Hefti 3, har m.a. litroyndirnar eru í (framsíða)
Opna við litroyndum í hefti 3
litroynd 1-12
litroynd 13-24
litroynd 25-36