Hent at vita, áðrenn tú umbiður tilfar

Hvar?

Tilfarið kann síggjast á lesistovuni, og er ikki møguligt at fáa heim við til láns. Tó ber til at taka avrit* av tilfarinum.

Nær?

Væntast kann ein bíðitíð á 2-5 dagar frá tú sendur inn umbøn, til tilfarið er klárt á lesistovuni. Tú fært boð tá tilfarið er klárt.

Hvussu?

Tilfarið er tøkt til og við hósdag, frá tí degi tilfarið er klárt, um ikki annað er avtalað.

*Avrit kann takast við egnari fartelefon ella myndatólið (uttan blits).

Legg til merkis

Skipanin við at umbiða tilfar umvegis heimasíðuna er nýggj, og verður framvegis dagførd. Tí er bert ein avmarkaður partur av tilfarinum, ið Tjóðskjalasavnið hevur í varðveitslu, tøkt at umbiða umvegis heimasíðuna. Vit arbeiða støðugt við at fáa meiri tilfar tøkt.

Tørvar tær tilfar, ið ikki kann umbiðast umvegis heimasíðuna? So ert tú vælkomin til at senda okkum ein teldupost. 

Tjóðskjalasavnið

Umbøn um tilfar

Umbið tilfar til lesistovu

Tínir upplýsingar

Upplýsingar til umbøn.

· · ·

Skjalasavn

Vel skjalasavn

· · ·

Avgreið umbøn

Ynskir tú at leggja meiri tilfar afturat umbønini, ella fara víðari til avgreiðslu?

Yvirlit yvir umbøn

Tínir upplýsingar
Navn
Teldupostur
Telefon
Eskjur
Tíðaráseting
✅

Umbønin er send!

Tú fært váttan á upplýstu teldupost addressu, tá umbidna tilfarið er klárt á lesistovuni.