
Átta nøvn, átta mannalív
Allahalgannadag minnast vit tey, ið andaðist á sjónum. Summi minnast vit sjálvi. Vit minnast eitt andlit, eina rødd ella eina hending. Onnur kenna vit bara úr frásagnum, myndum og nøvnum. Og so eru tey, sum eingin livandi longur minnist.
Tó eru spor eftir teimum.
Eitt navn í einari kirkjubók. Eitt húski í einari fólkateljing. Ein ogn í einum skifti. Smá brot av einum mannalívi, sum varð livað fyri langari tíð síðan.
Í dag, allahalgannadag, venda vit okkum móti einum slíkum broti úr føroyskari søgu.



