Tilfarið kann síggjast á lesistovuni, og er ikki møguligt at fáa heim við til láns. Tó ber til at taka avrit* av tilfarinum.
Væntast kann ein bíðitíð á 2-5 dagar frá tú sendur inn umbøn, til tilfarið er klárt á lesistovuni. Tú fært boð tá tilfarið er klárt.
Tilfarið er tøkt til og við hósdag, frá tí degi tilfarið er klárt, um ikki annað er avtalað.
*Avrit kann takast við egnari fartelefon ella myndatólið (uttan blits).
Soleiðis fyllir tú oyðublaðið út.
1. Fyll tínar upplýsingar inn
Skriva tínar persónsupplýsingar í teigarnar.
Fornavn, eftirnavn og teldupostur eru kravdir teigar, telefonnummar er valfrítt.
Gott ráð: Kanna serliga, at telduposturin er rætt skrivaður.
2. Vel skjalasavn
Vel tann myndugleika ella stovn, sum tilfarið hoyrir til, við at trýsta á valmyndina.
3. Vel flokking
Tá skjalasavnið er valt, verður teigurin “Høvuðsflokking“ tøkur. Vel ta flokking, sum best hóskar til tilfarið, tú leitar eftir.
Valfrítt: Tá høvuðsflokking er vald, verður teigurin “Nágreinilig flokking’” tøkur, í teimum førum har tað er møguligt.
4. Vel eskju
Tá flokkingin er vald, verður teigurin “Eskja” tøkur. Vel eskjuna/eskjurnar, tú ynskir at bíleggja. Møguligt er at velja upp til fimm eskjur til hvørja umbøn. Tær valdu eskjurnar vísast niðast á síðuni.
Tørvar tær tilfar frá meiri enn einum stovni/myndugleika, so velur tú “Legg tilfar afturat“, og fylgir síðani stig 2 til 4 umaftur.
Gevið gætur: Nógv av tilfarinum ið Tjóðskjalasavnið hevur í varðveitslu, eru ikki alment atgongt. Í slíkum førið skal søkjast um atgeingi umvegis Vangan.
Gott ráð: Eftirkanna listan og tryggja tær at tú hevur valt rætt, áðrenn tú heldur fram. Um tú hevur valt skeivt, er lætt at taka skeivu eskjuna burtur, og leggja røttu eskjuna afturat umbønini.
5. Avgreið umbøn
Tá tilfarið er valt, trýstir tú á “Avgreið umbøn’’ og verður síðani biðin um at velja dagfesting. Vel dagin, tá tú ynskir tilfarið klárt, og tú ætlar tær á lesistovuna.
Gott ráð: Tilfarið er tøkt til og við hósdag, í tí vikuni tilfarið er klárt, um ikki annað er avtalað.
6. Send umbøn
Tað er valfrítt at velja, at fáa avrit av umbønini á egnan teldupost. Tá umbønin er send, verður hon skrásett og viðgjørd.
Gott ráð: Varnast tú feilir í umbønini eftir at hon er send, ella tú ynskir at strika umbønina, verður tú vinarliga biðin um at senda ein teldupost til [email protected] ella at ringja á telefon 340 533.
Hevur tú fylgt stigunum omanfyri, men hevur framvegis trupulleikar við at fáa avgreitt umbønina, so ber til at senda ein teldupost til [email protected] ella at ringja á telefon 340 533.
Hetta er ein nýggj tænasta frá Tjóðskjalasavninum.
Skipanin er ment av starvsfólki á Tjóðskjalasavninum, við hjálp av vitlíki. Varnast tú feilir við hesi tænastu, ella hevur uppskot um broytingar, so hoyra vit fegin frá tær.
Umbið tilfar til lesistovu
Upplýsingar til umbøn.
Vel skjalasavn
Ynskir tú at leggja meiri tilfar afturat umbønini, ella fara víðari til avgreiðslu?
Endurtak val í skjalasavni, um tú ynskir at leggja fleiri eskjur afturat.
Tú fært váttan á upplýstu teldupost addressu, tá umbidna tilfarið er klárt á lesistovuni.