Á hesi síðu eru vegleiðingar um, hvussu og hvar tað ber til at leita fram ymiskar upplýsingar í savnsskjølunum hjá Tjóðskjalasavninum. Sí høgra bredda.

Tað er umráðandi at hava í huga, at savnsskjølini hjá Tjóðskjalasavninum upprunaliga ikki vórðu skapt til at siga nakað beinleiðis/ítøkiligt um eitt ávíst evni, eina ávísa hending ella ávísar persónar.

Tey flestu savnsskjølini stava frá almennum økis- og meginfyrisitingarligum stovnum og vórðu sostatt upprunaliga skapt til nýtslu í fyrisitingarligum samheingi.
Sí meira um, hvussu mann leitar fram upplýsingar á einum skjalasavni, í høgra bredda.

Hevur tú fyrispurningar viðvíkjandi at leita fram skjøl/upplýsingar, sí meir her.

Ættargransking

Á Tjóðskjalasavninum kanst tú leita fram ætt tína.Týdningarmestu keldurnar til ættargransking eru m.a. kirkjubøkur, fólkateljingar og skiftiprotokollir.Sí skanningar av skjølum á history.fo.Sí vegleiðing o.a.…

Gotisk handskrift

Gotisk handskrift bleiv nýtt fram til umleið 1875, tískil er tað neyðugt hjá teimum, ið ynskja at arbeiða við handskrivaðum upprunakeldum frá…

Hvussu leitar ein upplýsingar fram á einum skjalasavni?

Tjóðskjalasavnið, eins og onnur skjalasøvn, varðveitir síni savnsskjøl eftir proveniensprinsippinum.Tað merkir, at hvørt skjalasavn (sýslurnar, prestagjøldini, Fútin, Sorinskrivarin, Færø Amt/Ríkisumboðið o.s.fr.) verður varðveitt fyri seg. Tað…

Ymisk hjálparráð

Leinki til ymisk hjálparráð:Danske Kancelli (Ríkisskjalasavnið, DK)Den lillebitte latinordbog (Ríkisskjalasavnið, DK)Dødsattester – Kom godt i gang! (Ríkisskjalasavnið, DK)Færørelaterede arkivalier i danske arkiver. Kom godt…