Greinar

Á hesi síðuni savna vit greinar og frágreiðingar, ið knýta seg at skjalasavnsvirksemi.

Her finnur tú greinar, ið eru skrivaðar av ella um Tjóðskjalasavnið, umframt annað viðkomandi tilfar um skjalavarðveiting, søgu og mentanararv.


Altjóða Sálarheilsudagur 10 oktobur 2026

Í 1903 varð ein ung føroysk lærarinna, sum var álvarsliga sálarsjúk, send til viðgerðar á sinnissjúkrahúsið Oringe í Vordingborg í Danmark. Hon kom ongantíð aftur til Føroyar. Eftir meira enn hálva øld á donskum stovnum doyði hon á einum røktarheimi í 1957.
Í dag hevði sjúklingajournal hennara verið ein týdningarmikil kelda til at skilja bæði lív hennara, sjúkuna og tær umstøður, hon livdi undir. Sjúklingajournalirnar vórðu mettar sum donsk skjøl og varðveittar í Danmark sambært danskari skjalasavnslóg. Tí vóru tær eisini fevndar av donskum kassatiónsreglum. Journalin er ikki til longur, tí hon er burturbeind sambært hesum reglum.
Lagnan hjá hesi kvinnu er eitt dømi um, hvussu danskur kassatiónspolitikkur hevur ávirkað føroyska søgu og gransking.

Les meiri
John Kjær, skjalavørður, og Sámal Tróndur F. Johansen, landsskjalavørður.

Eftir 50 ár á Tjóðskjalasavninum takkar John Kjær fyri seg

Í eina hálva øld hevur John Kjær verið ein fastur partur av Tjóðskjalasavninum. Frá tí, at hann byrjaði sum skjalahjálpari í 1976, og til hann gjørdist skjalavørður og serfrøðingur, hevur John fylgt menningini á stovninum og verið við til at mynda føroyskt skjalasavnsarbeiði. Fríggjadagin 2. oktober 2026 var hátíðarhald fyri John Kjær, saman við familju, vinum, starvsfeløgum og fyrrverandi starvsfeløgum.

Les meiri

Krígsárini sum stjórnarligt og arkivalskt broytingarskeið í Føroyum

Krígsárini 1940–1945 vóru eitt avgerandi tíðarskeið í føroyskari søgu. Tá sambandið við Danmark varð slitið, og bretska hersetingin broytti politisku og fyrisitingarligu karmarnar, noyddust føroyingar í størri mun at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum. Henda greinin lýsir, hvussu seinni heimsbardagi gjørdist eitt týdningarmikið undanstig til heimastýrið og til eina sterkari føroyska skjalafyrisiting.

Les meiri

Ólavsøkan – tá kirkja, ting og fólk savnast

Tá klokkan ringir í Havn á Ólavsøku, og skrúðgongan fer millum Løgtingið og Havnar kirkju, er tað ikki bert ein hátíðarlig sjón í nútíðini. Í hesum siði hoyrist eitt ekkó av øldum, har ting, kirkja, marknaður og fólkalív komu saman í sama staði og á sama degi. Ólavsøkan kann tí sigast, at vera meira enn ein tjóðarhátíð. Hon er eitt livandi samband millum føroyska samtíð og siðvenju, sum hava myndað landið gjøgnum øldir.

Les meiri

Greinar beinleiðis í tín postkassa

Um tú ynskir at móttaka boð á tín teldupost, tá ið nýggjar greinar verða lagdar út, so er møguligt at melda teg til tíðindabrævið niðanfyri.