Í varðveitslu hevur Tjóðskjalasavnið skjøl frá umleið ár 1300 og fram til dagin í dag.
Mongdin av skjølum svarar til fleiri enn 7 hillakilometrar – til samanberingar er tað sama frástøða, sum at koyra úr Hoydølum og til Sundsverkið, inni á Sundi.
Tjóðskjalasavnið hevur m.a. til endamáls at tryggja, at einstaklingar og myndugleikar kunnu fáa atgeingi til søgulig skjøl á skipaðan hátt.
Tó ber ikki altíð til at fáa atgeingi til øll skjøl, tí tey koma undir serligar reglur um atgeingi. Reglurnar eru millum annað gjørdar fyri at verja privatlívið hjá einstaklingum.
Vanligu atgeingisfreistirnar eru:
Persónsmál eru skjøl, sum innihalda privatar upplýsingar hjá einstaklingum. Eitt nú kirkjubøkur, faðirskapsmál, starvsfólkamál, ættleiðing, fólkateljingar, rættarmál og so framvegis.
GG: Persónsmál eru alment atgongd 80 ár eftir at málini eru endaði.
Stovnurin ella myndugleikin, ið avhendar til Tjóðskjalasavnið, kann saman við Tjóðskjalasavninum áseta eina longri freist, um serlig viðurskifti gera seg galdandi.
Vanligu treytirnar fyri atgeingi til ikki alment tilfar, eru:
Serligu treytirnar verða ásettar í hvørjum einstøkum føri og eru treytaðar av:
Vanliga tekur tað umleið eina vika, at avgreiða eina umsókn.
Brot á treytirnar fyri loyvinum kunnu revsast sambært Løgtingslóg nr. 49 frá 28. apríl 1992 um skjalasøvn, sum broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 30. apríl 2018.
Øll kunnu vitja lesistovuna hjá Tjóðskjalasavninum og arbeiða við skjalatilfari okkara, eitt nú kirkjubókum, fólkateljingum, mynstringarlistum, journalum og øðrum.
Týsdag – hósdag:
kl. 12:00-16:00