Tjóðskjalasavnið hevur m.a. til endamáls at tryggja, at einstaklingar og myndugleikar kunnu fáa atgeingi til (søgulig) skjøl á skipaðan hátt.

Tó ber ikki altíð til at fáa atgeingi til øll skjøl, tí tey koma undir serligar reglur um atgeingi.

Reglurnar eru millum annað gjørdar fyri at verja privatlívið hjá einstaklingum. 

Vanligu atgeingisfreistirnar eru: 

  1. Persónsmál 80 ár – skjøl, sum t.d. innihalda privatar upplýsingar hjá einstaklingum
  2. Vanlig skjøl 30 ár 

Persónsmál kunnu til dømis vera kirkjubøkur, faðirskapsmál, starvsfólkamál, ættleiðing, fólkateljingar, rættarmál og so framvegis.

GG: Persónsmál eru alment atgongd eftir at málini eru endaði, t.v.s. tað seinasta skrásetta dato í einum málið.

Stovnurin, ið avhendar, kann saman við Tjóðskjalasavninum áseta eina longri freist, um serlig viðurskifti krevja tað.

Sí dømi um atgeingisfreistir.

Pappírsskjøl - Lesistova

Øll kunnu koma á lesistovu Tjóðskjalasavnsins at síggja og arbeiða við skjølum okkara, t.d. kirkjubókum, mynstringarlistum, journalum og øðrum.Tað ber tó ikki altíð til at…

Søk um atgeingi

Søkjast kann um at síggja savnsskjøl á lesistovuni hjá Tjóðskjalasavninum, sum innihalda persónsupplýsingar, antin til granskingarendamál ella fyri at fáa upplýsingar um egin…

Talgildað skjøl - history.fo

Talgildað skjøl, ella talgildaðar keldur, fevna um ymiskt skannað tilfar, viðvíkjandi fyrisitingarligum, rættarligum og søguligum viðurskiftum í Føroyum, ið kunnu síggjast og lesast beinleiðis her á…