Tjóðskjalasavnið tekur ímóti dátum frá bæði privatum og almennum granskingarverkætlanum.

Granskarar skulu boða Tjóðskjalasavninum frá verkætlanini, tá ið liðugt er at savna upplýsingarnar inn.

FAIR-meginreglurnar og langtíðarvarðveiting

Mælt verður til, at tú gert tín “dátumanagementplan” við hjálp av okkara vegleiðing og oyðublaði

Ger eina dátuleiðsluætlan (datamanagementplan)

Tað er eitt gott hugskot, tíðliga í verkætlanartíðarskeiðnum, at hugsa um, hvussu tú skalt handfara tínar granskingardátur– helst longu í sambandi við umsókn um fígging.

Ein dátuleiðsluætlan kann hjálpa tær at halda skil á tínum dátum í allari gongdini, og fær teg at umhugsa týdningamiklar spurningar í sambandi við handfaringina.

Mælt verður til, at tú gert tín “dátumanagementplan”, longu áðrenn tú fert í gongd verkætlanina, og síðan at dagføra ætlanina javnan gjøgnum alt verkætlanartíðarskeiðið.

Datamanagementpolitikkur

Tjóðskjalasavnið mælir til, at granskingarstovnar seta upp meginreglur fyri varðveiting av dátutilfari, ið stovnurin savnar inn, orðaðar í einum “dátumanagementpolitikki”.

Ein “dátumanagementpolitikkur” skal hugsa um fleiri ymisk viðurskifti. Les tilmælini til ein “dátumanagementpolitikkur” her. 

Granskingardátur frá almennum verkætlanum

Tjóðskjalasavnið skal hava fráboðan um almennar granskingardátur, áðrenn avhending kann fara fram.

Endamálið við fráboðanini er, at Tjóðskjalasavnið kann meta um, hvørt dátur og skjalfesting av dátunum skulu avhendast sum ein skjalasavnsútgáva ella ei.

Granskingardátur frá privatum verkætlanum

Fráboðan um privatar granskingardátur kann eisini  sendast Tjóðskjalasavninum, um ynski er um, at hesar verða varðveittar á Tjóðskjalasavninum.

Tjóðskjalasavnið ger síðani eina meting um, hvørt dáturnar kunnu avhendast sum ein skjalasavnsútgáva ella ei.

Fyrimunirnir av at avhenda dátur frá gransking eru, at:

Web-Skeið fyri granskarar, kt-starvsfólk og onnur áhugaði í ASTA – dátuúttøkuamboðnum til statistikfílar/hagtalsfílar – Fyrilesturin hjá Christian Babiarz Madsen um ASTA forritið til hagtals- og granskingardátur (05.11.2021)

ella til:

ASTA - forrit til dátuúttøku av hagtalsfílum (Avhendingarpakkar)

ASTA - forrit til dátuúttøku av hagtalsfílum (Avhendingarpakkar)ASTA er eitt forrit hjá Ríkisskjalasavninum í Danmark, ið kann brúkast til at framleiða, og…

Datamanagement

Handfaring av granskingarardátum – (datamanagement)Fyri granskaran er tað umráðandi at handfara sínar dátur á trygdargóðan og rættan hátt í allari granskingargongdini.Longu áðrenn…

Fráboðan av granskingardátum

At boða frá granskingardátumFyll oyðublaðið út og send skjalfesting av skipanini við. Dáturnar skulu fráboðast, tá ið liðugt er at savna upplýsingarnar…