Prísir fyri tænastur
Um tú kemur á lesistovu okkara í vanligari upplatingartíð, er tað ókeypis at læna tey savnsskjøl, ið tú ynskir at síggja, og brúka tey á lesistovuni. Eisini veita vit ókeypis vegleiðing á staðnum um neyðugt. Stutt sagt er vanligt brúk á lesistovuni ókeypis.
Fyri aðrar tænastur, sum til dømis, skanningar/avrit av savnsskjølum, útvegan av váttanum ella skjalasavnsrannsóknir (kanningararbeiði) – tvs. har starvsfólk á Tjóðskjalasavninum skulu leita fram, og/ella transskribera (avskriva) savnsskjøl fyri viðskiftafólk – verður álagt eitt gjald.
Vanligu prísir fyri slíkar tænastur eru:
Vanligt avrit/útprent á pappír:
| Avgreiðslugjald – 40 kr. (Avgreiðslugjald verður ikki kravt fyri smærri avrits/útprentsuppgávur hjá vitjandi á lesistovuni.) |
| A4 (fyri eintakið) – 3 kr. |
| A3 (fyri eintakið) – 5 kr. |
Skanning:
| Avgreiðslugjald – 40 kr. |
| Vanlig skanning (svørt/hvít) – 10 kr./mynd. |
| Vanlig skanning (í litum) – 20 kr./mynd. |
| Góðskuskanning (til prent) – 250 kr./mynd. |
| Grundgjald fyri geyma – 100 kr. |
| (Fyri skanning á geyma verður gjaldið sett í mun til, hvussu nógv savnsskjøl eru á geymanum, dygdina av skanningini og hvussu nógva tíð tað krevur at gera arbeiðið.) |
Skjalasavnsrannsóknir (kanningararbeiði):
| 400 kr./tíma – Tímagjald. (Har starvsfólk á Tjóðskjalasavninum leita fram, og/ella transskribera (avskriva) savnsskjøl fyri viðskiftafólk.) |
| Goldið verður í minsta lagi fyri ein tíma (fyrsta tíman) og síðani verður goldið fyri hvørt byrjað korter (á 100 kr.). |
Postavgreiðsla:
| 50 kr. pr. avgreiðslu. |
Vitjandi á lesistovuni gjalda ikki fyri vegleiðing og lesistovulán.
(Tó mugu vitjandi gjalda fyri skjalasavnsrannsóknir (kanningararbeiði), ið starvsfólk gera fyri tey.)
Samband:
Tú kanst venda tær til Tjóðskjalasavnið, um so er, at tú hevur spurningar, ella ynskir fleiri upplýsingar viðv. prísum fyri tænastur (eisini prísir fyri tænastur viðvíkjandi kt-skipanir/skjøl):
- Tjóðskjalasavnið
- Tel: +298 340 540
- [email protected]
- Mánadag – fríggjadag, kl. 10.00 – 15.00.