Talgildað skjøl, ella talgildaðar keldur, fevna um ymiskt skannað tilfar, viðvíkjandi fyrisitingarligum, rættarligum og søguligum viðurskiftum í Føroyum, ið kunnu síggjast og lesast beinleiðis her á netinum.
Talan er um tríggjar bólkar:
1) Skanningar av upprunaskjølum/keldum, ið eru varðveitt á Tjóðskjalasavninum.
2) Viðgjørdar keldur.
3) Skanningar av upprunaskjølum/keldum, ið eru varðveitt á Ríkisskjalasavninum í Danmark.
Sí meir á: history.fo
- Nógv av tilfarinum sum er skannað og liggur á history.fo, er í ringum standið og sera viðbrekin.
- Fyri at verja tilfarið ímóti meira slit og skaða, ber ikki til at lána/síggja tilfar sum er skannað og lagt út á histoy.fo á lesistovuni.