Hevur ein ætlanir um at avhenda privat skjalasøvn, er týdningarmikið at boða Tjóðskjalasavinum frá ymiskum viðurskiftum viðvíkjandi skjalasavninum.
Hesir upplýsingar eru týdningarmiklir í mun til at Tjóðskjalasavnið skal kunna meta um skjalasavnið kann avhendast:
Um tilfarið – historikkur?
- Upprunin til tilfarið
- – Virki/fyritøka
- – Felagsskapur
- – Áhugafelag
- – Privatpersónur
- – Annað
- Um privatpersónar
- – Nær livdi viðkomandi?
- – Hvar búði viðkomandi?
- – Hvat var lívsstarvið?
- Hvat fyri tíðarskeið fevnir tilfarið um?
- – T.d. frá uml. 1915 – 1940 ella 1990 – 2000?
- Hvar er tilfarið skapt?
- Dømir:
- – Lá virkið í Kaldbak?
- – Er talan um skjøl, ið eru skapt av einum skyldfólki, ið búði tað mesta av lívi sínum í Sørvági?
- – Er talan um eina gerðabók frá eini lokalnevnd í einum áhugafelagið, ið fevndi um alt landið?
Umstøðurnar hjá skjalasavninum?
- Hvussu nógv fyllir tilfarið?
- – T.d. 10 ringbind, 3 stórar flytieskjur ella fyllir tað fimm reólir í einum kjallara?
- Hevur tilfarið fingið skaða?
- – T.d. er tað moðið, fingið vatnskaða, skaðadjór, sopp?
- Er talan um talgilt tilfar?
- – T.d. tekst- og myndafílur ella dátugrunnar. Er tilfarið á harðdiski, teldufløgu ella á diskettum?
- Er talan um filmar, myndir ella ljóðupptøkur?
- – Eru video- og/ella kasettubond?
- – Eru myndir ella ljósmyndir?
- – Eru persónarnir á myndunum eyðmerktir ella kunnu teir eyðmerkjast?
Samband:
Um ivamál eru, ella ein hevur spurningar, vinaliga set teg í samband við Tjóðskjalasavnið fyri at leita tær hjálp og vegleiðing:
- Tjóðskjalasavnið
- Tel: +298 340 540
- [email protected]
- Mánadag – fríggjadag, kl. 10.00 – 15.00.