Í sambandi við avhending av kt-skipanum og dátum frá kt-skipanum, har avgerð er tikin um, at varðveitingavirði finst, skulu myndugleikarnir avhenda eitt avrit (skjalasavnsútgávu) til Tjóðskjalasavnið.
Hetta skal gerast, áðrenn dátu- og kt-skipanir verða strikaðar, ella tá dátur ikki verða brúktar longur í fyrisitingarligum høpi.
Myndugleikar – sum arbeiða við skjølum, ið eru umfatað av persónsupplýsingarlógini – skulu avhenda skjøl, ið skulu varðveitast, til Tjóðskjalasavnið.
Um so er, at ein myndugleiki sjálvur velur at varðveita skjøl síni, skal hetta gerast í samsvari við reglur um kt-avhending av skjalasavnsútgávum.
Skjalasavnsútgávan skal vera í einum ávísum tekniskum formati, sum er ásett í vegleiðingini í somu reglum. Uttan mun til hvar og hvussu myndugleikin ynskir at varðveita skjøl síni, skal hetta gerast sambært reglunum hjá Tjóðskjalasavinum.
- Hetta fylgibrævið skal fyllast út og hjáleggjast við avhending:
- Sí eisini:
- Forrit til indexfílur og talvur/skema, sum verða brúkt til framleiðslu av talgildum skjalasavnsútgávum
- Royndarkanningar av skjalasavnsútgávum – ADA
- ADA – Kanningarforrit til skjalasavnsútgávur
- ASTA – forrit til dátuúttøku av hagtalsfílum (Avhendingarpakkar)
- Konvertering af afleveringspakke til arkiveringsversion
- Vraking av skjølum
- Dátureinsan í skjalasavnsútgávum
- Dømi um skjalasavnsútgávur
- Lógir og reglur
- Samband:
- Um ivamál ella spurningar eru, ber til at seta seg í samband við Tjóðskjalasavnið fyri at leita sær hjálp og vegleiðing:
- Poul Andrias Simonsen
- KT-skjalavørður, cand.mag.
- Tel: +298 340 535
- [email protected]
ella
- Tjóðskjalasavnið
- Tel: +298 340 540
- [email protected]
- Mánadag – fríggjadag, kl. 10.00 – 15.00.
Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur, hevur framløgu um føroysku skjalasavnslóggávuna tann 8. mars 2018 á Hotel Føroyum: sí her.
- Vegleiðingarnar eru á donskum, tí leisturin, ið Tjóðskjalasavnið brúkar til talgildu skjalasavnsútgávurnar, er mentur á danska Ríkisskjalasavninum.
- Vegleiðingarnar eru tær somu, sum verða brúktar til avhending á Ríkisskjalasavninum, tó við smærri tillagingum til føroysk viðurskifti. Talan er um tekniskt mál, ið er trupult at umseta til føroyskt.
- Vegleiðingar o.a.:
- Anvisning i aflevering af bitemporale data
- Anvisning i aflevering af geodata (nr. 1007)
- Bilagsfortegnelse/Fylgiskjøl (nr. 1007)
- Database Preservation Toolkit
- Dokumentvejledningen
- Fremmednøglefejl – manglende reference til primærnøgle
- Indexfiler der skal indgå i arkiveringsversionen
- Kort og godt om views og SQL-forespørgsler
- Opdeling af arkiveringsversioner på flere medier
- Primærnøglefejl, nøgle er ikke unik
- Vejledning i brug af erstatningsdokumenter og Parent <pID> i docIndex.xml (nr. 128)
- Vejledning i håndtering af udpakkede dokumentfiler (nr.128)
- Vejledning i konvertering til TIFF-format (nr. 128)
- Vejledning til bekendtgørelse nr. 1007
- Vejledning til bekendtgørelse nr. 128
- Vejledning til Database Preservation Toolkit
- Vejledning til deduplikering af dokumenter