Um tú hevur fyrispurningar viðvíkjandi at leita fram upplýsingar um eitt ávíst evnið, eina ávísa hending ella ávísar persónar, ber til at senda fyrispurningar beinleiðis á hesi síðu.
Tað ber tó ikki altíð til at fáa atgeingi til øll savnsskjøl, tí tey koma undir serligar reglur um atgeingi. Sí meir her.
Um tú sjálv(ur) kemur á lesistovu okkara, og leitar fram neyðugu savnsskjølini, er tað ókeypis. Sí meir her.
Fyri aðrar tænastur, sum til dømis, skanningar/avrit av savnsskjølum, útvega váttanir ella gera skjalasavnsrannsóknir (kanningararbeiði) - tvs. har starvsfólk á Tjóðskjalasavninum skulu leita fram, og/ella transskriberað (avskriva) savnsskjøl fyri viðskiftafólk – verður álagt eitt gjald. Sí prísir.
Vanliga tekur tað umleið tveir til sjey dagar, at avgreiða ein fyrispurning.
Sí eisini meir undir: