Eyðkenni við ICA-ráðstevnuni í ár var broyting. Flest allar framløgur á ráðstevnuni og nærum øll kjak snúði seg um, hvussu skjalasøvn kring heimin kunnu lofta teimum stóru avbjóðingum, sum broytingar í politikki, tøkni, mentan, fyrisiting, búskapi og veðurlagi seta teimum.
Flest øll vóru samd um, at broyting og nýhugsan er neyðug. ‘Business as usual’ er ein farin søga. Øll skjalasøvn verða noydd at halda eyga við, hvat gongur fyri rundan um tey, og spyrja seg sjálvan, um tað tey sjálvi gera er tað rætta, og um tað er nóg gott.

Krígsárini sum stjórnarligt og arkivalskt broytingarskeið í Føroyum
Krígsárini 1940–1945 vóru eitt avgerandi tíðarskeið í føroyskari søgu. Tá sambandið við Danmark varð slitið, og bretska hersetingin broytti politisku og fyrisitingarligu karmarnar, noyddust føroyingar í størri mun at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum. Henda greinin lýsir, hvussu seinni heimsbardagi gjørdist eitt týdningarmikið undanstig til heimastýrið og til eina sterkari føroyska skjalafyrisiting.

