Miðnám á Kambsdali á vitjan

Í dag hevur Tjóðskjalasavnið havt vitjan av 3.g-næmingum frá hugvísindabreytini á Kambsdali. Lærarar vóru Joan Mohr og Páll Isholm. Fyri Tjóðskjalasavnið vóru Helena og Sámal Tróndur, ið greiddu frá. Fyrst fingu næmingarnir eitt sindur at vita um virksemi Tjóðskjalasavnsins. Síðani fingu tey loyvi at hyggja nærri at úrvaldum skjølum, og til endans fingu tey eina stutta rundvísing á nærgoymslu stovnsins.

Í framløgunum varð dentur lagdur á, at Tjóðskjalasavnið í stóran mun varðveitir persónupplýsingar, tvs. varðveitir tað sum sigur nakað serligt um hvønn einstakan av okkum. Eitt úrslit av hesum er, at tey skjøl, sum finnast á goymslum stovnsins, ofta siga meira um hvat skilir okkum frá hvørjum øðrum, heldur enn hvat í bindir okkum saman, t.d. sum bólkur. Tí er heldur ikki so einfalt at siga frammanundan hvat hevur meira týdning enn annað at varðveita fyri framtíðina.

Skjølini næmingarnir sóu vóru m.a. vártingsbøkur frá fyrst í 1700-talinum, ljósmóðurbøkur frá síðst í 1800-talinum, gerðabøkur løgtingsins tíðini beint eftir fólkaatkvøðuna í 1946 og skeyti- og pantibøkur frá seinnu helvt av 20. øld. – Eisini fingu næmingarnir loyvið at síggja frágreiðingarnar hjá Jens Christian Svabo frá kanningum hansara í Føroyum í 1781-82, og sokallaðu Kongsbókina, m.a. við Seyðabrævinum frá 1298.

Deil hesi tíðindi

Onnur tíðindi

Krígsárini sum stjórnarligt og arkivalskt broytingarskeið í Føroyum

Krígsárini 1940–1945 vóru eitt avgerandi tíðarskeið í føroyskari søgu. Tá sambandið við Danmark varð slitið, og bretska hersetingin broytti politisku og fyrisitingarligu karmarnar, noyddust føroyingar í størri mun at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum. Henda greinin lýsir, hvussu seinni heimsbardagi gjørdist eitt týdningarmikið undanstig til heimastýrið og til eina sterkari føroyska skjalafyrisiting.

Les meiri

Ólavsøkan – tá kirkja, ting og fólk savnast

Tá klokkan ringir í Havn á Ólavsøku, og skrúðgongan fer millum Løgtingið og Havnar kirkju, er tað ikki bert ein hátíðarlig sjón í nútíðini. Í hesum siði hoyrist eitt ekkó av øldum, har ting, kirkja, marknaður og fólkalív komu saman í sama staði og á sama degi. Ólavsøkan kann tí sigast, at vera meira enn ein tjóðarhátíð. Hon er eitt livandi samband millum føroyska samtíð og siðvenju, sum hava myndað landið gjøgnum øldir.

Les meiri