Nýtt á history.fo

Nú er endiliga nýtt tilfar komið út á history.fo

Talan er um:

Fólkateljingin frá 1935

Føroya próstadømi

  • Prestastættin í Føroyum 1669-1846
  • Sýn/kanningar av kirkjunum og prestagørðunum kring landið 1834-1923

Sjóvinna

  • Mynstringar hjá Fútanum í Tórshavn 1902-1959
  • Fiskifarayvirlit hjá Fútanum 1903 og 1915

Løgtingið

  • Gerðabøkur 1852-1905

Handil og vinna

  • Yvirlit yvir handilsloyvir og ferðaseljarar hjá Fútanum 1856-1968

Harumframt eru nú allar skiftiprotokollirnar lagdar út á síðuna og rættingar gjørdar í kirkjubókunum

Sí her

Deil hesi tíðindi

Onnur tíðindi

Krígsárini sum stjórnarligt og arkivalskt broytingarskeið í Føroyum

Krígsárini 1940–1945 vóru eitt avgerandi tíðarskeið í føroyskari søgu. Tá sambandið við Danmark varð slitið, og bretska hersetingin broytti politisku og fyrisitingarligu karmarnar, noyddust føroyingar í størri mun at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum. Henda greinin lýsir, hvussu seinni heimsbardagi gjørdist eitt týdningarmikið undanstig til heimastýrið og til eina sterkari føroyska skjalafyrisiting.

Les meiri

Ólavsøkan – tá kirkja, ting og fólk savnast

Tá klokkan ringir í Havn á Ólavsøku, og skrúðgongan fer millum Løgtingið og Havnar kirkju, er tað ikki bert ein hátíðarlig sjón í nútíðini. Í hesum siði hoyrist eitt ekkó av øldum, har ting, kirkja, marknaður og fólkalív komu saman í sama staði og á sama degi. Ólavsøkan kann tí sigast, at vera meira enn ein tjóðarhátíð. Hon er eitt livandi samband millum føroyska samtíð og siðvenju, sum hava myndað landið gjøgnum øldir.

Les meiri